Størsti tunnil nakrantíð er á trappuni

Føroyar standa frammanfyri størsta samferðsluliga nýbrotinum nakrantíð. Arbeiðsbólkurin, sum fyrireikar fast samband milum Skálafjørðin og Havnina, hevur nú biðið Vinnumálaráðið um loyvi til at gera tveir undirsjóvartunlar ein tvørtur um Skálafjørðin og ein millum Skálafjørðin og Havnina. Tunlarnir kosta umleið 800 milliónir krónur at byggja, men bæði íleggjarar og fíggingarstovnur standa og trippa fyri at sleppa í gongd við kollveltandi byggingina

Longu um fimm ár kann verða koyrandi millum Skálafjørðin og Havnina.
Politiski myndugleikin skal bara nikka við høvdinum, so verður farið undir arbeiðið at gera fast samband millum Skálafjørðin og Havnina og tvørtur um Skálafjørðin.
Verður ætlanin veruleiki, fer tað at taka smáar tíggju minuttir at koyra millum Skálafjørðin og Havnina, og tað fer bara at taka ein hálvan tíma at koyra millum Klaksvík og Havnina.
Ein arbeiðsbólkur á Toftum hevur í eina tíð arbeitt við hesari kollveltandi verkætlanini, og arbeiðið er nú komið so langt, at nú má landsstýrið siga sína hugsan um projektið fyri at tað koma víðari.
Okkara kanningar vísa, at fasta sambandið er gjørligt. Ætlanin er, at projektið skal gerast av einum privatum partafelag, og vit hava fingið at vita frá fíggingarstovnum, at teir eru sinnaðir at vera við og fíggja verkætlanina. Talan kann gerast um eina sera góða forrætning, sigur Símun Johannesen, sum er borgarstjóri í Nes kommunu, og sum er ein av monnunum í arbeiðsbólkinum.
Áðrenn vit kunnu koma víðari við verkætlanini, mugu vit hava at vita frá landsstýrinum, um teir vilja lata einum privatum felag loyvi at byggja og reka fasta sambandið av Skálafjørðinum og til Havnar, sigur hann.

Tveir tunlar
Verkætlanin hjá arbeiðsbólkinum er pakkaloysn ella grýtuklárt projekt, sum tað nú verður bíðað eftir, at landsstýrismaðurin og landsstýrið og samgongan skulu taka prinsipiella støðu til. Um politiski pílurin fer at venda rætta vegin, so fer at bera til at bjóða arbeiðið út so at siga beinanvegin.
Ætlanin gongur út upp á at gera tveir undirsjóvartunlar. Annar skal verða av eystara armi á Skálafjørðinum og suður á Hvítanes, og hin ætlast at vera av eystara armi á Skálafjørðinum og yvir á Strendur. Holið eystaru megin á Skálafjørðinum ætlast at vera í Breiðagili, sum er eystanfyri og innanfyri Svangaskarð ella dygst eystanfyri Stovugólvið, tey kalla.
Tunnilin úr Breiðagili og suður á Hvítanes verður umleið átta kilometrar til longdar, og tunnulin yvir á Strendur verður knappliga tríggjar kilometrar til longdar. Samlaði kostnaður fyri báðar tunlarnar, vegaarbeiðini og annað í sama sambandi verður roknaður at verða umleið 800 milliónir krónur.

Alt verður privat
Tað er ein áhugabólkur á Toftum, sum trý tey seinastu árini hevur arbeitt við uppskotinum.
Í áhugabólkinum eru Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, sum er talsmaður, Niklas Foldbo, verkfrøðingur, sum hevur verið ein av oddamonnunum í nógvum av tunnilsarbeiðunum, sum eru gjørd kring landið seinastu stóru fjórðings øldina, Martin Heinesen, jarðfrøðingur, Tummas Eliasen, búskaparfrøðingur, og Ingi Højgaard, advokatur.
Hugsanin er, at verkætlanin skal fremjast umleið á sama hátt, sum tunnilin undir Hvalfirði millum Reykjavík og Akranes er gjørdur, og sum tunlarnir undir Vestmannasundi og Leirvíksfirði eisini eru bygdir. Men meðan talan í teimum báðu seinast nevndu verkætlanunum hevur verið um partvíst almennar íløgur, so er ætlanin um tunnil av Skálafjørðinum og til Havnar bara grundað á privata fígging.
Landsstýrið og samgongan skulu nú geva grønt ljós fyri, at tað kann arbeiðast víðari við ætlanini. Áðrenn tað verður farið undir sjálvt arbeiðið, er tað neyðugt, at løgtingið skal viðgera málið og geva loyvi til, at arbeiðið verður gjørt, og at ætlaði privati leisturin fyri íløgu og fígging verður nýttur.
Fáa vit eitt positivt svar frá landsstýrinum, verður eitt partafelag stovna beinanvegin, og hetta partafelagið fær so frágreiðingina frá arbeiðsbólkinum at arbeiða víðari við, sigur Símun Johannesen.