Størsti spenningurin er í Hoyvík

Tríggir dystir verða spældir í Faxe Kondi-kappingini í dag

Nógvur hondbóltur er á skránni í steypakappingunum hjá  monnum og kvinnum hetta vikuskiftið. Seks dystir verða spældir hetta vikuskiftið, og av hesum skulu tríggir avgreiðast í dag.

 

Spenningurin er størstur í Hoyvíkshøllini, har H71 og KÍF bresta saman í bólki 1 hjá monnum. Hetta er annar dysturin hjá liðunum báðum, sum við sigrum ímóti ávíkavist Neistanum og H71 2 hava lagt seg á odda í bólkinum við tveimum stigum í part. Tað er rættiliga sannlíkt, at vinnarin av hesum dystinum tryggjar sær víðari luttøku úr bólkaspælinum. Dysturin byrjar klokkan 19, og til ber at lurta eftir dystinum á Rás2.

 

Ikki kann sigast, at sami spenningur er galdandi í hinum mansdystinum, ið skal spælast í kvøld. Í Badmintonhøllini í Klaksvík tekur Team Klaksvík ímóti Kyndli í dysti í bólki 2. Bæði liðini hava tapt sínar fyrstu tveir dystir ímóti VÍF og StÍF, og hava tey tískil ongan møguleika at spæla seg víðari undan kvøldsins dysti. Bert hava tey heiðurin at spæla fyri. Hesin dysturin byrjar somuleiðis klokkan 19.

 

Tað stendur eiheldur nógv upp á spæl í dagsins einstaka kvinnudysti. Í bólki 2 eru tað botnur og oddur, ið hittast í Hoyvíkshøllini. H71 hevur tapt sínar fyrstu dystir ímóti VB og Stjørnuni, meðan Kyndil hevur vunnið á báðum hesum liðum. Tískil er Kyndil við sínum fýra stigum longu komið víðari úr bólkaspælinum, meðan unga 1. deildarliðið hjá H71 onki stig hevur og harvið er úti úr steypakappingini.

 

Kvinnudysturin byrjar klokkan 17.30, og hann verður somuleiðis spældur í Hoyvíkshøllini.