Størsti smittudagur kring heimin

Meðan smittuspjaðingin heldur fram, eru eingi nýggj svar, ásannar kreppuleiðarin hjá WHO, Michael Ryan, á tíðindafundi í dag.

 

Í eitt samdøgur eru staðfestir fleiri enn 350.000 tilburðir við covid-19. Hetta er størsta smittutal í eitt samdøgur, síðan korona-farsóttin fór at herja kring heimin.

Tað upplýsir Heimsheilsustovnurin, WHO.

Metið seinasta samdøgur er 12.000 smittutilburðir fleiri enn gamla metið, sum varð sett fyrr í vikuni, veit WHO eisini at siga.

Hetta er eisini fyrstu ferð, síðan farsóttin tók seg upp, at talið av smittaðum í Evropa í ein dag er komið upp á 100.000 nýggjar tilburðir.

Meðan smittuspjaðingin heldur fram kring heimin, eru eingi nýggj svar, ásannar kreppuleiðarin hjá WHO, Michael Ryan, á tíðindafundi í dag.

Higartil eru staðfestir 36 miljónir smittutilburðir kring heimin, og fleiri enn ein miljón fólk, sum hava havt covid-19, eru deyð.