Størsti sigurin higartil í ár

6-mannafør menn: Hvessingur liggur heilt tryggur á FM kósini

Tað var Hvessingur, og so vóru tað hinir. Teir í Hvalvík og Streymnesi skræddu seg longu í fyrstu tøkunum tað mesta av einari bátslongd framum hinar bátarnar, og so var spurningurin bara, hvussu tryggur sigurin fór at verða, og um talan fór at verða um mest sannførandi sigurin hjá Hvessingi í ár.

Hvessingur var tíggju sekund undan teimum næstu, ið vóru í harðari og spennandi kapping. Tryggasti sigurin hjá Hvessingi í teimum fýra kappróðrunum, ið hava verið undan fjarðastevnu, var átta sekund.

Í dag vann Hvessingur við tíggju sekundum, sum man svara til einar 3-4 bátslongdir.

Hvessingur hevur fult stigatal og liggur púra trygt á FM kósini.

Kappingin um næstfremsta plássið var sera spennandi, og tað var Jarnbardur, sum vann hana.

 

1 Hvessingur 5:25.36

2 Jarnbardur 5:35.00

3 Herningur 5:36.01

4 Kollfirðingur 5:37.09

5 Gongurólvur 5:37.39

6 Strálan 5:43.39