Einans í trimum kommunum er størsti flokkur ikki endaður við borgarstjóranum.
Kommunuval var øllum 28 føroysku kommunum 8. novembur og í 25 av teimum hevur vinnandi flokkurin fingið borgarstjóran. Í 24 av hesum 25 er talan um, at tann við flest atkvøðum er vorðin borgarstjóri. Einasta undantakið er í Vága kommunu, har nummar trý á listanum, Eyðdis Hartmann Niclasen, gjørdist borgarstjóri.
Í teimum trimum seinastu kommunum er tað tó so, at størsti flokkur ikki hevur fingið borgarstjóran. Talan er um Eysturkommunu, Tórshavnar kommunu og Kunoyar kommunu.
Í Eysturkommunu vann Fólkaflokkurin valið og fekk trý umboð. Tjóðveldi, har sitandi borgarstjórin, Jóhan Christiansen, er á, fekk eisini trý umboð, meðan Javnaðarflokkurin fekk tvey umboð og Framsókn fekk eitt.
Væntað var tí, at Fólkaflokkurin fór at fáa borgarstjórasessin og kanska vildu Føroyar fáa sín fyrsta blinda borgmeistara. Uni Rasmussen gjørdist fyrst valdur býráðslimur, og segði seg vera fúsan til borgmeistarasessin, men tá av tornaði skipaðu hinir tríggir flokkarnir seg við Jóhan Christiansen sum borgmeistara.
Í Kunoy var tað bara ein atkvøða sum skilti listarnar báðar, lista A úr Kunoy og lista B úr Haraldssundi. Jógvan á Høvdanum, yngri, mundi tí hava góðar vónir um at gerast borgmeistari, eftir sum hann var fyrst valdi limur, men sitandi borgarstjórin og toppskorarin á valinum, Sóleyg Klettskarð í Kongsstovu, vildi tað annarleiðis. Hon bjóðaði Sonju Sólheyg Michaelsen, ið gjørdist nummar tvey á lista A, sessin sum varaborgarstjóri, og soleiðis slapp Sóleyg Klettskarð í Kongsstovu at halda fram sum borgarstjóri í fýra ár afturat.
Í Havn gjørdist Javnaðarflokkurin størstur, við Heðini Mortensen sum toppskorara. Hann helt seg eisini sleppa at halda fram fýra ár afturat, tá hann fór til songar mikumorgunin, men longu seinnapartin mikudag hevði Annika Olsen koppað honum og skipað samgongu við Tjóðveldinum og Framsókn.