Hann er yngsti maður, sum nakrantíð er valdur á ting. Við 998 atkvøðum á listanum hjá Fólkaflokkinum, sum á seinasta løgtingsvali gjørdist størsti flokkurin, er hann fyrst valdi tingmaður Føroyum á valinum í 2019.
Hann kundi saktans grundgivið fyri, at hann nú fór at royna eftir borgarstjórasessinum í Klaksvík og soleiðis blivið yngsti borgarstjóri í Føroyum.
Men tað ger hann ikki.
##med2##
Beinir Johannesen stillar ikki upp til býráðsvalið í Klaksvík. Hann varð valdur í býráðið á seinasta býráðsvali sum 19 ára gamal við 170 atkvøðum.
– Eg haldi ikki, at tað er rætt at løgtinsfólk sita í býráðnum. Og eg haldi heldur ikki, at tað ber til at røkja bæði størvini í senn. Eg havi í øllum førum ikki tíð til tað, sigur hann.
Harumframt heldur hann, tú sum býráðslimur og løgtingslimur kanst koma í trupulleikar av mótstríðandi áhugamálum, tí løgtingið lóggevur á økjum, sum kommunan virkar á.
Beinir Johannesen sigur, at hann hevur boðað valfelagnum í Klaksvík frá í góðari tíð.
– Men tú kundi tað sama grundgivið beint øvugt og sagt, at tú fórt eftir borgarstjórasessinum og soleiðis blivið yngsti borgarstjóri Klaksvík, hevur tú ikki havt tað í tonkunum?
– Nei tað hevur ikki mín áhuga, í øllum førum ikki nú. Tað kann koma seinni, sigur Beinir Johannesen.
Spurdur um eingin hevur lagt trýst á hann at stilla upp kortini fyri at fáa flokkinum fleiri atkvøður, so er stutta svarið: »Jú«.
Men støðan er tikin, Beinir Johannesen verður ikki á listanum hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið hesaferð.
Fólkaflokkurin í Klaksvík hevur havt annan uppstillingarfund. Tann triði verður 15. oktober.
Valúrslitið í Klaksvíkar kommunu á seinasta býráðsvali 8. november í 2016:
Flokkur | Atkvøður | % | Vald | |
A. | Fólkaflokkurin | 1.093 | 33,2 | 4 |
B. | Sambandsflokkurin | 149 | 4,5 | 0 |
C. | Javnaðarflokkurin | 485 | 14,7 | 2 |
D. | Nýtt Sjálvstýri | 1.100 | 33,4 | 4 |
E. | Tjóðveldi | 468 | 14,2 | 1 |
Atkvøður | 3.305 |
| Blankar/Ógild. | |
Valrætt/Valluttøka | 3.779 | 87,5% | 5/5 | |
Býráðið í Klaksvík, sum varð valt í 2016:
Nr. | Listi | Navn | Atkv. |
1 | A | Gunvá við Keldu | 221 |
2 | A | Atli S. Justinussen | 182 |
3 | A | Beinir Johannesen | 170 |
4 | A | Herfrí Sørensen | 100 |
5 | C | Signhild V. Johannesen | 166 |
6 | C | Tummas Lervig | 78 |
7 | D | Jógvan Skorheim | 729 |
8 | D | Kristian Eli Zachariasen | 103 |
9 | D | Óli M. Lassen | 80 |
10 | D | Beinta Klakstein | 44 |
11 | E | Steinbjørn O. Jacobsen | 135 |












