Stórsteypadysturin stuðlar CTD-felagið

Sunnudagin spæla føroyameistararnir í HB og steypavinnararnir í EB/Streymi ársins Stórsteypadyst á ovara vølli í Gundadali. Allur ágóðin frá dystinum, sum Lions Club og Fótbóltssambandið í felag skipa fyri, fer til CTD-felagið

Hetta er fimta árið á rað, at spælt verður um Lions-steypið, sum B36 vann í 2007, NSÍ í 2008 og sum HB vann í bæði 2009 og 2010. Av tí at HB er við aftur hesa ferð, kann felagið vinna steypið triðju ferð á rað, meðan EB/Streymur er við fyri triðju ferð, men enn eigur á at vinna tað. Spælt verður um steypið í 10 ár.
Dysturin, sum verður sunnu­dagin 27. mars klokkan 16, er fyrsti almenni fótbóltsdysturin í kapp­ingarárinum 2011, og atgongu­merkjaprísurin er 80 krónur, sum er vanligi taksturin til dystir í Voda­fonedeildini. Ikki er óvanligt, at fólk lata størri upphædd, tí endamálið við Stórsteypadystinum er at út­vega pening til eitt vælgerandi endamál.
Fyrireikararnir siga, at í hálv­leikinum og eftir dystin er møgu­leiki at fáa ein kaffimunn í FSF-hús­inum, og annars verður sjálvandi steypahandan eftir dystin, har Niels Nattestad, økisformaður í Lions Club í Føroyum, og Christian Andreasen, forseti í Fótbólts­sam­bandinum, handa steyp og heiðurs­merki, og eisini verður handaður ágóðin frá dystinum til útvalda enda­málið.

Stuðla CTD-felagið
Tað er Lions Club í Føroyum, sum saman við Fótbóltssambandinum skipar fyri dystinum, og í ár er avgerð tikin um, at allur ágóðin frá Stór­steypadystinum hesa ferð skal fara til CTD-felagið, sum var sett á stovn í desember 2009.
Felagið røkir felags áhugamál hjá berarum av sjúkuni og familjum teirra, og tað verður gjørt við at veita stuðul og seta í verk tiltøk á økjum, sum almenna heilsu­-
verkið ikki fevnir um. Eisini er eitt av endamálunum hjá CTD-felagnum at upplýsa um sjúkuna, sum fyrstu ferð var staðfest í Føroyum í 1995.
CTD, sum er stytting fyri Carnitin Transportør Defekt, er ein sjúka, sum kann arvast frá for­eldrum til børn, so tí er ógvuliga umráðandi, at fólk koma at kenna til allar tær fylgjur, hon hevur við sær. Sjúkan er nógv meira útbreidd í Føroyum enn aðrastaðni, so tí stuðlar CTD-felagið eisini vísunda­ligari gransking av CTD.