Stórsteypadysturin gagnar børnunum

Leygardagin bresta føroyameistararnir úr NSÍ og steypavinnararnir úr EB/Streymi. Ágóðin frá dystinum fer til vælgerandi endamál

Tað er Lions Club í Føroyum, sum saman við Fótbóltssambandi Føroya stendur aftan fyri Stórsteypadystin, sum er byrjanin upp á fótbóltsárið, tá føroyameistararnir og steypavinnararnir frá árinum fyri møtast í ársins fyrsta dysti.

Hesa ferð er Stórsteypadysturin millum NSÍ og EB/Streym, ið gjørdust ávikavist føroyameistarar og steypavinnarar í fjør, og dysturin verður spældur á ovara vølli í Gundadali leygardagin klokkan 15.


Kom børnum til góðar

Herfyri var samkoma í Sjónleikarhúsinum í Havn, har tvinni gávubrøv vórðu handað. Upphæddin á øðrum var ágóðin frá Stórsteypadystinum í fjør, og upphæddin á hinum var ágóðin frá listaframsýningini í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku.

Stórsteypadysturin í fjør var millum havnarfeløgini HB og B36, og B36 vann hann 5-1 við brotssparkskapping, eftir at tað stóð á jøvnum 1-1, tá vanliga leiktíðin var farin.

So mikið av áskoðarum var til dystin, at inntøkurnar vóru 35.000 krónur, umframt at fleiri lótu meira enn prísin fyri atgongumerkið. Fyri at røkka einum rundum tali høvdu feløgini í Lions Club latið eitt sindur aftrat, so upphæddin gjørdist 50.000 krónur.

Hesin peningur var latin verkætlanini »Tú hevur rætt«, sum Barnabati stendur fyri, og tí vóru Anna Elisabeth Iversen og Jóhanna L. Joensen frá Barnabata komnar at taka ímóti. Tað var økisformaðurin hjá Lions Club í Føroyum, Kristian Joensen, ið handaði gávubrævið, og til staðar var eisini Karl Vidtfeldt frá Fótbóltssambandinum.

Fyrsta dagin verður almannakunngjørt, hvørjum góðum endamáli peningurin frá dystinum millum NSÍ og EB/Streymi skal gagna hesa ferð.