Fótbóltssamband Føroya og Lions Club hava avgjørt, at ársins stórsteypadystirnir kortini ikki verða spældir sunnudagin 1. mars. Dysturin hjá monnum er nú fluttir til týskvøldið 3. mars, meðan dysturin hjá kvinnum verður spældur leygardagin 14. mars, skrivar Fótbóltssambandið í kvøld.
Tað verður neyvan nakað fótbóltsveður á Tórsvølli í morgin, sunnudagin 1. mars. Tí hava Fótbóltssamband Føroya og Lions Club avgjørt, at stórsteypadystirnir, ið upprunaliga skuldu vera leygardagin, men vegna veður blivu útsettir til sunnudagin, ikki verða spældir sunnudagin kortini.
Stórsteypadysturin hjá monnum verður ístaðin spældur týskvøldið 3. mars klokkan 19:00, meðan dysturin hjá kvinnum verður spældur leygardagin 14. mars klokkan 16:00. Liðini í báðum dystunum eru KÍ og HB.
Innkomni peningurin frá atgongumerkjasøluni til stórsteypadystirnar verður á hvørjum ári latin til okkurt vælgerandi endamál, og í ár fara pengarnir til Felagið fyri lesi- og skriviveik.










