Størsta ynski er at krabbameinsgátan verður loyst

Fyri tey allar flestu er tað ein stórur skelkur at fáa boðini, at tú hevur krabbamein. Fyri nógv, so kennist tað sum ein deyðadómur. Tíbetur so eru tað nógv fleiri, ið verða frísk aftur í dag enn fyrr, sigur Durita Tausen.

Leygardagin var altjóða krabbameinsdagur og í hesum sambandi hava vit prátað við Duritu Tausen, forkvinnu í Krabbameinsfelagnum og virksemi teirra og støðuna hjá krabbameinssjúklingum í Føroyum.

 

Í grannalondum okkara verður sagt, at ein triðingur av fólkinum verður raktur av krabbameini. Krabbameinsfelagið í Føroyum hevur sum aðalendamál at veita stuðul og ráðgeving til teirra, sum eru rakt av krabbameini.

- Fyri tey allar flestu er tað ein stórur skelkur at fáa boðini, at tú hevur krabbamein. Fyri nógv, so kennist tað sum ein deyðadómur. Tíbetur so eru tað nógv fleiri, ið verða frísk aftur í dag enn fyrr, sigur Durita Tausen.

 

Felagið roynir fyrst og fremst at lætta um hjá teimum, sum gerast sjúk og teimum, sum varða av. Í krabbameinsfelagnum starvast tveir sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru til taks hjá fólki at tosa við. Krabbameinsfelagið hevur eisini onnur tilboð, sum fimleik, sjálvhjálparbólkar og bólkar fyri teirra, sum hava mist. Umframt hetta er ein sosialráðgevi knýttur at felagnum.

- Umframt hetta virka vit sum bindilið við myndugleikarnar, til dømis í samband við krabbameinsætlanina og at fáa tilmælini í henni ígjøgnum. Vit hjálpa eisini fegin, um onkur vendir sær til okkara við onkrum spurningurin til myndugleikarnar, ella um tey halda, at tey ikki fáa tað, sum tey hava rætt til, sigur hon.

 

Eitt tað størsta frambrotið fyri krabbameinssjúklingar í Føroyum hevur verið onkologiska laboratoriið á Landssjúkrahúsinum, sum nú hevur 25 ára føðingardag.

- Hetta hevur gjørt, at tað alla tíðina eru fleiri krabbameinssjúklingar, sum kunnu fáa hjálp í Føroyum, og tað gleðast vit um, sigur hon.

 

Durita Tausen fegnast um, at tað er eingin ivi um, at fleiri gerast frísk nú enn áður.

- Heilivágurin er skræddaraseymaður í størri mun nú, og vit eru før fyri at uppdaga sjúkuna fyrr enn áður, so vit síggja at nógva granskingin á økinum ger mun, sigur Durita Tausen.

 

Eitt av stóru ynskjunum hjá Krabbameinsfelagnum er at fáa hospis sett á stovn í Føroyum. Undanfarna samgonga í býráðnum í Havn arbeiddi við møguleikanum og nýggja býráðið hevur eisini sett tað í samgonguskjalið.

- Á landssjúkrahúsinum hhevur man palliativa eindina. Tað var gott, tá hon kom, og tørvur er á henni, men okkum tørvar eisini meiri enn tað, sigur hon.

 

Eitt, sum Krabbameinsfelagið fer at varpa ljós á komandi tíðina, er seinfylgjurnar av sjúkuni.

- Sjúkan fylgir tær leingi. Umframt sálarlig árin, kunnu likamligu árinini vera stór, eisini eftir, at ein er vorðin frískur aftur. Tí kann tað vera gott at fáa stuðul og hava onkran at tosa við, sigur Durita Tausen.

 

Eingin ivi er tó um, hvat størsta ynski hjá felagnum er.

- Okkara størsta ynski er sjálvandi, at gátan verður loyst og at fleiri ikki blíva sjúk, sigur Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum.