Sigur man nýggjárshald, slepst ikki undan eisini at siga Vágur.
Tí ongastaðni í landinum verður so nógv gjørt burturúr nýggjárshaldinum sum júst í Vági.
? Men í ár fer nýggjárshaldið at seta øll metslær
? Fyrireikingarnir byrjaðu fyri 2 árum síðani. Og harumframt er peningur settur av til nýggjárshaldið í ár seinastu 4 - 5 árini, sigur nýggjársnevndin.
Størsta veitslan
Og í ár verða onkur heilt serlig tiltøk á skránni.
Veitslan byrjar kl. 18.30 og hon verður væl størri enn undanfarin ár. Borðreitt verður fyri út næstan 550 fólkum í ein glasiliga prýddari Vágs Høll. Hetta verður samstundis størsta veitsla, ið Vági nakrantíð. Skemtarar verða sum vanligt teir fýra: Robert McBirnie, Niels Petur Nolsøe, Petur Dahl Nolsøe, og Arnfinnur Thomassen.
Afturat teimum verður so í ár eitt "húsorkestur" ið fer at spæla undir, tá m.a. tættir verða sungnir
Annars kann sigast, at tað verða okkurt heilt serligt í skemtinum í ár. Hvat tað er, vil nevndin ikki út við.
? Men sum nakað serligt, er ein serlig nýggjársøl gjørd í samstarv við Restorffs Bryggjarí.
? Og sjálvandi er eisini eitt sindur eyka gjørt burturúr sangheftum, nú sangurin altíð hevur verið ein stórur partur av veitslum í Vági.
Sjálvt bálið er, sum vant, á tí sokallaða Trýkantinum á Sandinum, ið Nýggjársnevndin eigur.
? Kyndlagongan byrjar altíð úti við Vágs Skúla og so verður gingið vestur á Sandin, rundan um Sandin og heim aftur á Trýkantin.
? Á leiðini vestur á Sandin eru tvey heiðursportur, eitt við tí gamla árstalinum við Gamla Skúla, og eitt við Trýkantin við tí nýggja árstalinum.
Í ár byrjar kyndlagongan eisini úti við Vágs Skúla, hagan tey vaksnu ganga. Longri vesturi, á Løghamri
koma so tey eldri skúlabørnini uppí. Og á Sandinum koma so tey yngstu skúlabørnini við, ið bera smærri kyndlar. Tey yngstu
skúlabørnin seta kyndlarnir í eina stóra rammu, har skrivað er "Gott nýggjár"; ímeðan tey eldru skúlabørnini og tey vaksnu saman seta eld á bálið.
? Annars verða blikk sett upp framvið so at siga øllum høvuðsvegnum í vestara parti av bygdini - og niðan á Eggjarnar. Á sunnaru fjallsíðu niðan ímóti Eggjunum, við Ráaklett vit rópa, verður gamla ártalið skrivað við blikkum; ímeðan nýggja árstalið verður skrivað á norðaru fjallasíðu, í Gjógvarábø.
Vanlig ár keypa vit fýrverk fyri umleið 20-25.000 kr. Í ár er so keyp fýrverk fyri meiri enn 80.000,- kr.
Serlig tiltøk
Nýggjársnevndin og Vágs Býráð hava samstarvað um at gera nakað serligt burturúr í ár.
Millum annað er ein framsýning í Bóksavninum í Vági, ið hevur verið opin áðrenn jól og millum jól og nýggjár. Bókasavnið og Mentunnarnevndin standa fyri framsýningini.
Vágs Býráð bjóðar eisini øllum vágbingum til morgunmat í VB-húsinum nýggjársaftan ímillum 10 og 12.
Nýggjársnevndin hevur givið út eitt stórt blað í litum, nevnt Aldamót, sum kom út beint undan jólum.
Nýggjársnevndin og Vágs Býráð hava fríðkað um Trýkantin, soleiðis at Trýkanturin er girdur inni við stabbum við ketum ímillum.
Hetta arbeiðið hevði neyvan borið til, uttan tað stóru arbeiðsorku, ið kommunumenninir hava lagt í ætlanina, sigur nýggjársnevndin
Umframt hetta verður ein lítil partur av Trýkantinum lagdur undir føroyskt grót, har ein standmynd verður reist, umboðandi nýggjárshaldið í Vági. Standmyndin, ið Injector Doors hevur gjørt, verður avdúkað á miðdegi nýggjársaftan.
Vanligt er annars í Vági, at guðtænasta er um miðnáttarleitið. Av somu orsøk hevur bálið á Trýkantinum á Sandinum ikki verið tendrað fyrr enn millum hálvgum eitt og eitt - altso eftir miðnátt.
Í ár verður guðstænastan flutt soleiðis, at bálið verður tendrað júst á miðnátt.
Nýggjárshaldið í ár er størsta tiltakið, ið skipað hevur verið fyri í Vági. Fíggjarætlanin fyri nýggjárshaldið er væl omanfyri 300.000 krónur. Nýggjársnevndin hevur sjálvandi fingið væl av stuðli. Vágs Býráð hevur latið 50.000,00 bara til fýrverk, umframt at býráðið fíggjar ein stóran part av verkætlanini við Trýkantinum. Suðuroyar Sparikassi hevur latið 25.000,00 kr., Lions Club hevur latið 10.000,00 kr. til fríðkanina av Trýkantinum. Harumframt hava virki og handlar í Vági og í Suðuroy annars, og Norðanfjørðs, stuðlað, so tilsamans hevur Nýggjársnevndin fingið stuðul uppá yvir 100.000,00 kr.
Eftir er bara at vóna, at veðrið á nýggjárum verður okkum til vildar, sigur Nýggjársnevndin.