Størsta uppliving innan tónleik

Hetta var fantastiskt. Púra avgjørt. Eitt tað størsta upplivilsi eg havi havt innan sang og tónleik.
Tey bæði eru ein ótrúliga vælsaman smeltað duett. Tey kundu tað sama havt sungið saman í mong ár. Eg haldi, at tey eru sum gjørd til hvønnannan.
Tá tað er sagt, so skal eisini sigast, at tað var sera gott fyri jólakonsertina, at Klaksvíkar Hornorkestur hevði biðið tey koma. Tað ger hana meira fjølbroytta, og øll óansæð aldur og kyn fingu sítt í kvøld.
Hornorkestrið var gott, sum altíð. Eg havi altíð hildið, at hornorkestrið ljóðar serliga væl í Christianskirkjuni. Og rómklangurin er jú tann besti her, so hann ger eisini sítt.