- Størsta uppgávan næstu árini er at skapa fólkavøkstur í samfelagnum.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum hevur politisku ábyrgdina av heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur. Heildarætlanin mælir til at fremja 37 átøk næstu fimm árini fyri tilsamans 700 milliónir krónur.
Fyrrapartin tók hann ímóti heildarætlanini, ið síðani varð handað víðari til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.
Yvirskipaða málið hjá samgonguni er at fáa yvirskot á fíggjarlógini í 2016. Sambært fíggjarkørmunum, ið landsstýrið bar í løgtingið fyri páskir, verður yvirskotið tríggjar milliónir krónur í 2016
- Um neyðugt má málið um yvirskot í 2016 víkja fyri hesi heildarætlanini. Tí sum samfelag hava vit ikki ráð at missa eini 300 hundrað fólk í besta aldri, hvørt ár, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum: