Størsta tónleikavikuskiftið nakrantíð í Føroya Húsinum

Føroyahúsið í Keypmannahavn spennir seg út næsta vikuskiftið við risa konsert- og dansiskrá, neyvan man munnu húsini á Vesterbrogade nakrantíð hava lagt pall til so nógv og stór tónleikanøvn.

 

Lagt verður fyri fríggjakvøldið 7. september við konsertum við Eivør Pálsdóttir, Terja Rasmussen og Róki Jakobsen. Kvøldið endar við at Terji aftur fer á pall á einum náttkafé tiltaki.

 

Leygarkvøldið 8. spetember er ikki minni spennandi, tá Høgni Lisberg, vinnarin av singer/songwriter kappingini Jensina Olsen og favoritturin, sum Jensina koppaði í finaluni, Høgni Reistrup fara at spæla konsertir. Áðrenn kvøldið endar við dansi við Eyðuni Nolsøe. atgongumerki kunnu keypast í forsølu í Føroyahúsinum.

 

Portrið letur aftur á midnátt.