Tónleikaliga ber illa til at ímynda sær, at øll ikki funnu okkurt, sum júst teimum dámdi væl. Tónarnir av pallunum fevndu líka frá tungastu rockrútmum til vakrasta fólkasang frá ymsum heraðshornum í heiminum. Eisini børnini sluppu meir enn vanligt hesar dagarnar, tí foreldrini og øll hini bara vóru í góðum lag. Sjálvt hart kroystu vaktarmennirnir á ferjuleguni dugdu væl at fáa eyga á tað stuttiliga, tá ferðsluruðuleikin var av tí ringasta.
Ógjørligt er at finna eina mynd, sum lýsir Summarfestivalin 2005 best, so vit lata myndirnar tosa fyri seg sjálvar ...