Størsta skommin er ikki at viðurkenna sínar feilir

Jóannes Eidesgaard heldur tað vera at bíta høvdið av allari skomm at biðja danir um at hækka blokkin aftur. Er tað ikki størri skomm ikki at vilja viðurkenna, at tað var eitt mistak av teim stóru, at blokkurin bleiv skorin í óðum verkum við tí fylgju, at skorið bleiv inn at beini alla staðir í føroyska samfelagnum, og at hetta serliga gekk út yvir okkara veiku, sjúku og gomlu?

Í Sosialinum verður Jóannes Eidesgaard siteraður fyri at siga tað vera mannminkandi og at bíta høvdið av allari skomm, um vit biðja danir um aftur at hækka blokkin, nú føroyska samfelagið er í svárari kreppu.

 

Niðurlagdar deildir og ikki ráð til medisin

Blokkniðurskurðurin hevur kostað serliga okkara veiku, sjúku og gomlu sera dýrt. Sjúkrahúsverkið t.d. hevur verið noytt at minka so nógv um sína játtan, at tað ein yvirgang ikki vóru pengar til medisin! Og nógvar aðrar sparingar blivu framdar, t.d. var uppvenjingardeildin E3 fyri apoplexirakt niðurløgd. Henda deildin var alneyðug, um ein blóðtøpsraktur skal kunna koma fyri seg aftur.

Men Jóannes heldur eftir øllum at døma, at tað er størri skomm at biðja danir um at hækka blokkin aftur, enn at okkara veiku, sjúku og gomlu verða meiri og minni slept upp á fjall!

 

Brótið upp um armar

Jóannes, tú hevur áður víst teg sum ein veruliga mann, lat ikki fáfongdina fáa valdið á tær og Javnaðarflokkinum, men brótið upp um armar og verið saman við Sambandsflokkinum við til at rætta føroysku samfelagsskútuna uppaftur. Tað vóru hóast alt ikki tit, sum atkvøddu fyri skemdaruppskotinum at minka blokkin.