Størsta sjónleikartiltak í Føroyum nakrantíð

NEATA festivalurin er tað størsta sjónleikaratiltakið í Føroyum nakrantíð. 12 sjónleikarabólkar luttaka og tilsamans koma 150 sjónleikarar til landið. Seinnapartin mánadagin fingu vit ein lítlan forsmakk upp á tað, sum vit kunnu rokna við at uppliva í døgunum 2. - 8. august

Seinnapartin í gjár, mánadagin 17. juli, hevði Meginfelag Áhugaleikara í Føroyum, MÁF, bjóðað til tíðindafund í Norðurlandahúsinum. Á skránni var kunning um NEATA festivalin, sum verður her á landi frá 2. - 8. august, men sjálvur tíðindafundurin byrjaði ikki sum tíðindafundir flest.
Tá vit trýna innar stendur ein unglingi og spælir klassiskan tónleik á violin. Ótrúligt sum tað liggur væl fyri og eina løtu sita øll bergtikin av honum. Ongin hevur lagt merki til ungu damurnar, sum standa í horninum og nú byrja at flyta seg og bjóða kaffi og kakur. Tær eru málaðar um andlitið og uttan at siga nakað spyrja tær við andlitsbráum, um tú ynskir kaffi, te ella køku.
Hetta skapar eitt heilt serligt huglag í hølunum, og tey, sum kanska vóru eitt sindur ivingarsom at byrja við, eru nú spakuliga farin at kenna seg væl millum violintónleik og málleysar servitrisur. Men við eitt støðgar unglingin við violinini at spæla, og fremmandar tónleikarútmur fylla rúmið. Aftan fyri unga violinleikaran koma nú fýra dansar til sjóndar. Berføttar, ílætnar masku og gráan búna og við langum vimplum í hondunum koma tær dansandi inn. Og við tølandi rørslum ferðast tær runt í millum tey, sum trúu at tey vóru komin á ein vanligan tíðindafund.
Øll vóru tikin á bóli av hesi merkisverdu byrjan av einum tíðindafundi, men tá dansurin fekk eisini sín enda og so kundi meiri faktuella á fundinum byrja.

Ein forsmakkur
Hilmar Joensen bjóðaði øllum at vera vælkomin og segði, at tað, vit nú høvdu upplivað, var ein lítil forsmakkur upp á leikin, sum leikarar úr Dramaverkstaðnum fara at framføra, tá festivalurin verður settur tann 2. august.
NEATA festivalurin verður hildin annaðhvørt ár. Í ár 2000 var festivalurin hildin í Litava, tvey ár seinni var hann í Svøríki og 2004 var hann í Estlandi. Nú er túrurin so komin til, at Føroyar skulu verða karmur um hetta stóra tiltak.
- Hetta verður størsta sjónleikaratiltak í Føroyum nakrantíð, segði Hilmar Joensen undir framløguni. Umframt sjónleik verður eisini annað á skránni fyri sjónleikararnar, millum annað tað, tey rópa workshops, open forums og happenings.
Londini, sum eru partur av ársins festivali eru Ísland, Noreg, Svøríki, Danmark, Estland, Letland, Litava og Føroyar. Aftrat koma so Hvítarussland, Hetland og Grønland, sum eru boðin við. Úr Føroyum luttaka tveir sjónleikabólkar: Dramaverkstaðið og Havnar Sjónleikarfelag.

Høgt støði
Hóast NEATA festivalurin er fyri áhugasjónleikarar, so torir formaðurin í MÁF, Hilmar Joensen, at lova, at vit fáa sjónleik á sera høgum støði, ella sum hann sjálvur segði: - Vit fáa toppsjónleik frá amatørum ella áhugaleikarum.
Og sjálvt um talan er um áhugaleikarar, so er tað ikki hvør sum helst, sum sleppur við á NEATA festivalin. Hetta slapp Finland at merkja í ár, tí teir fingu at vita, at tað teir høvdu at bjóða upp á var rætt og slætt ikki nóg gott.
Men 12 sjónleikarbólkar frá 11 ymsum londum vóru mettir at vera nóg góðir, og fara teir at framføra her frá 2. til 8. august. Tað krevur sjálvsagt meiri enn ein pall, og tí hevur MÁF boðað frá, at tríggir pallar skulu búkast til stevnuna: Norðurlandahúsið, Sjónleikarhúsið og Tjóðpallurin.

Alstóran týdning
Umframt at vera formaður í MÁF, er Hilmar Joensen næstformaður í NEATA, sum er felagsskapurin hjá áhugaleikarum í Norðurevropa. Hann ivast ikki eina løtu, tá vit spyrja hann hvønn týdning hesin festivalurin hevur fyri Føroyar:
- At vit fáa NEATA festivalin henda veg hevur alstóran týdning. Hetta gevur teimum føroysku luttakarunum nógvan íblástur, og verða fleiri bond knýtt við bólkar uttanlanda, sum aftur geva møguleika fyri framtíðar millumlanda samstarvi, staðfestir Hilmar Joensen, sum gleðir seg til at festivalurin verður settur 2. august.
Spurdur ítøkiliga hvørjar leikir hann gleðir seg mest til, svarar Hilmar Joensen, at hann gleðir seg til alt, tí hann veit, at alt, sum framført verður er á ógvuliga høgum støði.