Størsta plátusøla í 20 ár

Enski tónleikaídnaðurin forvinnur meira pengar burtur úr søluni av LP-plátum enn frá YouTube, Spotify og líknandi tænastum.

Tónleikatíðarritið NME skrivar, at í 2015 vórðu tvær milliónir LP-plátur seldar í Onglandi, og tað er tað mesta síðani 1994, tá ið fløgan av álvara yvirhálaði LP-plátuna.

Seinastu átta árini er plátusølan støðugt vaksin í einum nýggjum raki, har góða, gamla vinylið hevur fingið endurreisn.

Enski tónleikaídnaðurin forvann 25,1 milliónir pund burtur úr LP-plátunum í fjør, og tað eitt vet meira, enn vinnan fær burtur úr YouTube og líknandi stroymingtænastum.

Leggjast kann afturat, at tónleikaídnaðurin er misnøgdur við, at inntøkurnar frá stroyming ikki eru størri, enn tær eru í løtuni.