Størsta persónligheitin nakrantíð

Atli Gregersen er ikki í iva. – Í mínum eygum er Jákup Mikkelsen tann størsta persónligheitin í føroyskum fótbólti nakrantíð, sigur hann í eini lýsing av fyrrverandi landsliðsliðfelaganum

FÓTBÓLTUR

Piatra Neamt, Rumenia: Atli Gregersen var ikki sørt kensluborin, tá hann eftir dystin í gjár, takkaði Jákup Mikkelsen fyri samstarvið.
– Eg hevði næstan hug at tára, tá dysturin var av, tí Jákup Mikkelsen síggja vit ikki aftur á føroyska landsliðnum. Maðurin, sum hevur bjargað okkum so ofta, sigur Atli Gregersen.
Hann metir, at tað er ein heilt serligur maður, sum í gjárkvøldi takkaði fyri seg.
– Í mínum eygum er Jákup Mikkelsen tann størsta persónligheitin í føroyskum fótbólti nakrantíð. Hann hevur givið ótrúliga nógv, sigur Atli Gregersen, sum búi á sama kamari sum Jákup Mikkelsen í Rumenia.
Frá hesum túri hevur Atli Gregersen eisini eina søgu um Jákup Mikkelsen og hvussu hann er.
– Vit skuldu venja ein morgun, men skuldu eftir venjingarklæðunum áðrenn og sjálvandi er tað Jákup Mikkelsen, sum hevur verið við síðani 1988, sum fer eftir klæðunum til Atla Gregersen, sum hevur spælt seks dystir. Tað sigur bara alt um mannin, heldur Atli Gregersen.