Størsta motorin á marknaðinum

Mikudagin í seinastu viku lat VR Bilar í Havn ein nýggjan Volvo FH16 til N.A. Tarnsport, sum umboðar fóðurfyritøkuna Skretting í Hvalvík. Bilurin hevur 610 hestakerftir og er væl útgjørdur við t.d. leðusetrum og alufelgum

Hesin Volvo FH16 hevur størsta motorin á marknaðinum. Bilurin er samstundis tann einasti av sínum slagi í danska kongaríkinum við fýra akslum og tandemtrekk.

D16C motorurin er en av teimum mest framkomnu á marknaðinum. 16-litrar 6 syl. (2800 nm) við 610 hk og elektroniskari motorstýriskipan, yvirliggjandi knastaksli og fýra ventilar pr. syl. Bilurin hevur 14 ?trins manuellan girkassa.

Nógv verður gjørt fyri at bilførarin skal hava tað gott við t.d leðursetrum og fleiri funktónum á rattinum, bakkikamera, innbygda GSM-telefon o.s.v. Telefon og radio verða stillað frá rattinum.

Førarahúsið er so høgt, at bilførarin kann ganga upprættur og strekkja seg uttan at skula út.Tvær koyggjur eru, og niðara koyggjan kann gerast um til borð við tveimum setrum, ið kann brúkast sum kontór ella til at fáa sær ein bita.

Uttan er eisini gjørt nógv burtur úr við t.d. alufelgum og kromaðum skápum á síðunum og nógvum krom-pyntilistum framman.

Niels Andreas Mortensen í Streymnesi, sum eigur og rekur transportfyritøkuna N.A. Transport og umboðar fóðurfyritøkuna Skretting í Hvalvík, skal nýta bilin til at koyra við alifóðri til tey ymisku alibrúkini. Bilurin skal hava fóðurtanga og ein avtakiligan krana til endamálið.