Størsta miðlashow nakrantíð

Eitt tað størsta miðlashowið, sum hevur verið at sæð í Danmark í nýggjari tíð, er tað við Paradise Amalie og Peter. Hesi fólkini vóru at kalla eitt kent par í Danmark, eftir at bæði hava luttikið í Paradise Hotel, og síðan hevur sendingin Amalies Verden verið á skránni í donskum sjónvarpið.

 

Men nú eru kendu fólkini farin hvør til sítt, og Amalie og Peter eru í hesum døgum dagliga í miðlunum við sínum privatu trupulleikum.

 

Danskir serfrøðingar halda, at miðlanir blása privatlívið hjá fólki upp, tí fólk vilja lesa um slíkt.

 

Hetta er ein ræðandi tanki, halda fleiri serfrøðingar, sum hava úttalað seg til danskir miðlar.

 

Enn er hetta rákið ikki komið til Føroyar, men spurningurin er, um føroyingar eisini fara at vilja lesa um privatlívið hjá hvørjum øðrum í framtíðini.