Størsta mentanarhendingin í 2000:

Danmark á føroyska tjóðarvøllinum

 

Uni Arge

Ein tann størsta mentanarliga hendingin í farna ári var, tá føroyskir og danskir fótbóltsspælarar hittust á nýggja vígvøllinum í Gundadali at avgera, hvør er sterkastur í ríkinum. Hin nýútnevndi oddamaðurin fyri tí danska liðnum, Mortan Olsen, hevði boðað frá, at hann væntaði sær ikki nakran lættan dyst ímóti troppunum hjá vinmanninum, Allani Simonsen, og tað fekk hann heldur ikki.

Fleiri enn 6.000 spentir føroyingar møttu upp at vita, um sensatiónin skuldi koma í hús, og teir sóu eitt føroyskt lið, sum legði í vaðið við góðum treysti. Danska liðið fekk ikki sítt spæl at ganga, og mangan stóð so nógv á donsku spælarunum, at teir kendu seg kroystar. Ikki minst tá hornaspørkini fuku um oyruni á Schmeichel, og væl gøddu føroysku bularnir royndu at stúta knøttin í netið.

Ivasamt er framvegis, hvussu nógv yvirhøvur sóu dystin, tí mjørkin var nógvur, meðan slagið stóð. Men vit, sum runnu inni á vøllinum, høvdu eina deiliga løtu. Danska liðið var ikki so øgiligt, sum fleiri høvdu roknað við, og ið hvussu er tvær ferðir bjargaðu danir á strikuni. Eftir dystin vóru fólk glað. Tit vóru betri í fyrra hálvleiki og skuldu verið á odda í hálvleikinum, søgdu tey.

Endin varð, at reyði herurin vann 2-0, og tá málini vóru komin, fór luftin líkasum úr føroyska liðnum. Tað var eitt sindur spell, tí vit høvdu orku til at halda fram allan dystin. Tað prógvaðu vit stutt seinni ímóti Slovenia, men vit fingu so øll tað burtur úr dystinum, at føroyski tjóðarvøllurin fekk sítt gjøgnumbrot. Stóra tøkk til danska fótbóltssambandið fyri tað.

Danir skulu eisini eiga tøkk fyri, at teir vildu spæla ímóti okkum, tí í heimastýrislógini stendur jú onki um, at vit hava loyvi til at spæla fótbólt sum sjálvstøðugt land. Á ein hátt fingu vit tí eisini stóra viðurkenning frá dønum hendan dagin, og tað vísir bara, at mentanarliga ber tjóðunum báðum væl til at samstarva, hóast politisku stríðsspurningarnir enn ikki eru avgreiddir.

Uni