Tvær vikur áðrenn bretar fara í valhølini at taka støðu til, um Bretland skal vera verandi í ES, vísir seinasta veljarakanningin hjá bretska blaðnum The Independent, at tað aldrin hava verið fleiri bretar, ið ynskja at sleppa úr samstarvinum.
Tað er stovnurin ORB, ið hevur gjørt eina kanning fyri blaðið, ið staðfestir at 55 prosent av bretum vilja úr ES, meðan 45 prosent ynskja at vera verandi. Tey, ið søgdu seg ikki vita, vórðu ikki tald við í úrslitinum.
Hóst blaðið upplýsir, at leiðslan hjá Nei-síðuni aldrin hevur verið størri, so noktar nei-síðan at fegnast um kanningina.
- Vit trúgva ikki ORB kanningini, ið er gjørd á netinum. Okkara hagtøl vísa, at tað er umleið 50-50, skrivar almenna Twitter-síðani hjá Vote Leave rørsluni.