Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, og stjórin í Føroya Lívstrygging, Tummas Eliasen, skrivaðu í dag undir lán á 135 milliónir krónur
Samstundis varð undirskrivað lán úr Eftirlønargrunni Havnar Arbeiðsmannafelags á 15 mió kr.
Eftirgjaldstíðin fyri tær tilsamans 150 mió kr er tíggju ár. Hetta er størsta lántøka í Tórshavnar kommunu í nýggjari tíð.
Tórshavnar kommuna hevur við hesum báðum lánum lagt lunnar undir stóran part av íløguvirkseminum í kommununi. Annan vegin elvir lántøkan til at arbeiði verður til nógvar hendur í kommununi og hin vegin at peningur í føroyskum grunnum fer ikki av landinum.
Borgarstjórin er samstundis fegin um at ALS útgjaldið verður tálmað og førleikastøðið hjá handverkarum í Tórshavnar kommunu kann haldast javnt á sama høga støði sum nú.
- Við mær sum borgarstjóra fer kommunan aldri at taka lán, ið eru størri enn 200 mió kr. sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur Heðin Mortensen við www.torshavn.fo