Størsta grindin í fleiri ár

Sunnudagin doyði ein stór grind á Sandi. 170 hval løgdu beinini á sandinum, og drápið gekk ómetaliga væl

 

Grindadráp



Sunnumorgunin vórðu sandingar purraðir út tíðliga á morgni, tí ein grind varð funnin við eystanfyri við Søltuvík. Tað var trolarin Eysturbúgvin, ið bar eyga við grindina og boðaði frá.

170 hval løgdu beinini, sum tilsamans góvu 1600 skinn. Býtt varð soleiðis, at hvør íbúgvi á oynni umframt tey vitjandi fingu 3/4 skinn. Bátsparturin var trý skinn. Sandoyingar, sum ikki luttóku í drápinum, fingu sostatt eisini sín part.

Ingibjørn Eldevig er sýslumaður í Sandoynni, og hann greiðir frá, at vanligt er ikki at hava drápspartar. Tey vitjandi vóru eini 200-300 í tali, so ein stórur partur av grindini fór av oynni.


Stór grind

Seinastu tíggju árini hava sandoyingar ongantíð sæð so stóra grind. Ingibjørn sigur, at hann hevur kannað hagtølini, og tann størsta grindin seinastu tíggju árini var 80 hval, og hendan er meira enn tvær ferðir so stór.

Nú sandoyingar hava fylt lakatunnurnar aftur er nóg mikið til næsta árið. Í fjør doyði bara ein lítil grind í oynni, og tí kom henda grindin væl við.

Sýslumaðurin sigur, at drápið tók umleið 25 minuttir, og alt gekk ómetaliga væl. Allur bólkurin gjørdi landgongd, og tí stóð á at drepa. Bara eini 20-30 mans vóru komnir oman á sandin, tá hon gjørdi landgongd, men so tusti fólk til.

Neyðugt var at vekja fólk við mikrofon í bygdini, tí tað var so tíðliga á morgni, at fá vóru á fótum. Boðað varð frá grindini klokkan seks, men klokkan átta var grindin deyð.

Nógv nebbasild var í grindini, og tað boðar frá góðum. Menn á Eysturbúgvanum siga, at nógv grind var at síggja eystanfyri, og at hetta bara var ein lítil partur.

Springarar vóru eisini við í bólkinum, men teir hildu leiðina eystur í hav.