Størsta fyritøka av sínum slagi í landinum

Fríggjadagin 25. juni var móttøka hjá nýggju fyritøkuni P/f Føroyaprent við Hoyvíksvegin í Havn. Fyritøkan er ein samanlegging av prentsmiðjunum hjá Dimmalætting og Hestprent

Harða kappingin á grafiska økinum - bæði í Føroyum og við útlendskar prentsmiðjur - hevur ført til at leiðslurnar á P/f Dimmalætting og Sp/f Hestprent hava lagt fyritøkurnar saman fyri at styrkja um kappingarførið.

Tann 23. juni 2004 stovnaðu teir nýggju prentsmiðjuna P/f Føroyaprent.

Í hesum nýggja felagnum fer alt virksemið hjá Hestprent og alt virksemið hjá Dimmalætting innan arkprent í nýggju smiðjuna, sum tó einki hevur við prenting av tíðindabløðum at gera.

Stjóri í P/f Føroyaprent er Jon Hestoy frá Hestprent, meðan Hjalgrim Samuelsen frá Dimmalætting er nevndarformaður. Stovnararnir eiga hvør síni 50 prosent í nýggja felagnum.

Prentsmiðjan hjá Dimmalætting var stovnað fyri 126 árum síðan og tann hjá Hestprent fyri 20 árum síðan.

Nýggja prentsmiðjan hevur eisini yvirtikið bygningin á Hoyvíksvegi 59 frá P/f Dimmalætting.

Umleið 30 starvsfólk starvast dagliga á nýggju prentsmiðjuni, sum nú er tann størsta landinum.

Á móttøkini hendan dagin vóru fleiri røður hildnar, nevndarformaðurin Hjalgrim Samuelsen greiddi frá um samanleggingina, og stjórin Jon Hestoy fortaldi um framtíðarætlanirnar. Síðani røddi Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum, ið millum annað greiddi frá sínum góðu royndum við samstarvinum við Dimmalætting um Prentmiðstøðina og samstarvinum við Hestprent, sum umsitur teknisku deildina á Sosialinum. Ingi Samuelsen, blaðstjóri á Dimmalætting helt ein talu fyri starvsfeløgum sínum, ið nú fóru at starvast í nýggja felagnum.