- Vit átala harðliga uppskotið hjá landsstýrinum um nýggja pensjónsskipan. Hetta er størsta fuppnummar í nýggjari tíð, um uppskotið verður samtykt, sigur Tænastumannafelag Landsins, sum vísir á, at pensjónistar koma at missa heilar 25.000 krónur næsta ár. Tænastumannafelag Landsins átalar harðliga uppskotið hjá landsstýrinum um nýggja pensjónskipan.
- Hetta er størsta fuppnummar í nýggjari tíð, um uppskotið verður samtykt. Uppskotið er einfalt. Tað er at fara frá núverandi skipan, har grundupphæddin í fólkapensjónini er skattafrí til at gera hana skattskylduga.
Felagið vísir á, at ert tú ein av teimum, sum rindar umleið 50% í skatti og ert stakur fólkapensjónistur, so minkar fólkapensjónin við 25.000 krónum árliga.
- Tað, sum landsstýrið haraftrat ætlar, er at byrja mótrokningina í inntøku enn fyrr. Í dag byrjar mótrokningin ikki fyrrenn við inntøkum sum fara uppum 60.400 krónur. Um tað gongur, sum landsstýrið ætlar, so verður mótroknað longu við inntøkum sum fara uppum 30.000 krónur í 2020.
Felagið sigur, at hetta fer at merkja, at teir pensjónistar, sum eru illa fyri í dag, verða enn verri fyri.
- Men so kemur fuppnummarið hjá landsstýrinum, leggur felagið dent á.
Í uppskotinum, sum er lagt fyri tingið, spæla tey við tølini í grundupphæddini.
- Tey hækka tølini næstan uppí tað tvífalda, tí so verða kanska ikki so stórar reaktiónir frá fakfeløgum og fólki annars. So kunnu tey standa fram og siga, at í veruleikanum verður pensjónin tann sama, sum hon er í dag.
Tænastumannafelag Landsins trýr lítið uppá, at almennu pensjónirnar fara at hækka upp í tað tvífalda longu frá næsta ári, soleiðis sum fíggjarstøðan er í landinum.
- Men, um uppskotið verður samtykt, hava tey fingið prinsippið við, at allar pensjónir eru skattskyldugar, sigur Tænastumannafelag Landsins, har Meinhard Gaardlykke (mynd) er formaður.