Størsta framstig fyri suðuroyingar í nógv ár

? Nú lækkar prísurin á farmaflutningi ímillum Suðuroy og Havnina næstan niður í helvt

Príslækking

? Hetta er einki minni enn størsta framstigið fyri vinnulívið í Suðuroy í nógv ár.
So høgt metir Hendrik Old, løgtingsmaður, ætlanina hjá samgonguni um at lækka prísin á farmaflutningi ímillum Suðuroy og Havnina.
Hendrik Old er tingmaður fyri Suðuroy og hartil er hann formaður í Vinnunevndini hjá Løgtinginum og er tí ein av fremstu vinnuligu talsmonnunum hjá samgonguni.
Prísurin á farmaflutningi ímillum Suðuroy og Havnina er so høgur, at í nógv ár hevur hann verið mettur sum ein stórur bági fyri at hava vinnulív í Suðuroy.
Men týsdagin boðaði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, frá, at samgongan hevur gjørt av, at prísurin á at flyta farm ímillum Suðuroy og Havnina skal javntsetast við prísin á at flyta farm ímillum Havnina og Sandoy og ímillum Leirvík og Klaksvík.
? Tað merkir, at prísurin á at flyta farm ímillum Havnina og Suðuroy fer næstan niður í helvt, sigur Hendrik Old.

Ómetaliga stórt framstig
Hann sigur, at tað er nógv ár síðani at vinnan í Suðuroy hevur verið fyri so stórum frambroti, tí hann heldur, at hetta fer at vera ein ómetaliga stórur bati.
Hereftir verða allir bilar yvir fimm metrar langir roknaðir sum farmabilar og nú fer prísurin á at flyta teir aftur og fram við Smyrli næstan niður í helvt.
? Harumframt fer prísurin á at flyta vanligan farm eisini niður í næstan helvt.
Formaðurin í vinnunevndini leggur dent á, at her er ikki bara talan um at lækka prísin á at flyta fisk, sum mest hevur verið umrøtt. Her er eisini talan um at lækka prísin á ølllum farmaflutningi yvirhøvur.
? Hetta fer at fáa ómetaligan týdning fyri alt vinnulív í Suðuroy, ikki bara fyri fiskivinnuna. Týdningurin fyri fiskivinnuna verður heldur ikki at forsmáa. Eitt nú hava tey, sum fáast við saltfisk í Suðuroy, mangan funnist at, at tað er ov dýrt at fáa salt til Suðuroyar, men tann prísurin fer nú niður í helvt.
Men tað eru eisini aðrar fyritøkur, kanska serliga tær, sum fáast við tungan og stóran flutning, sum hava fýlst á flutningskostnaðin, men tað fer alt niður í helvt.
? Samstundis fer hetta at geva bilaeigarum og flutningsfeløgum í Suðuroy heilt aðrar møguleikar at bjóða seg fram at til flutning norðureftir og til at átaka sær flutningsuppgávur norðanfyri, tí nú verður kostnaðurin av at flyta bilar við Smyrli ikki tann stóri trupulleikin, sigur Hendrik Old.
? Hetta er tann einfaldasti og besti mátin at javntseta vinnulívið í Suðuroy við vinnulívið aðrastaðni, uttan at lata studning.

Kostar tríggjar milliónir
Tað hevur verið upplýst, at tað fer at kosta Strandferðsluni einar tríggjar milliónir í inntøkumissi, at prísurin á farmaflutningi ímillum Suðuroy og Havnina fer niður í helvt.
Men Hendrik Old ivast ikki í, at hetta fer at føra við sær, at Smyril fær so nógvan farm at føra, at samanumtikið fer tað at geva Strandferðsluni fleiri inntøkur.
Hann vísir eisini á, at í hesum sambandi skal flutningsstuðulin fyri at flyta fisk ímillum Havnina og Suðuroy eisini lækkað niður á sama støðið sum hann er fyri at flyta fisk ímillum meginlandið og Sandoynna og ímillum meginlandið og Klaksvík.
? Soleiðis ber til at fíggja ein part av tí, sum hetta kostar. Men verður tað neyðugt við eini eykajáttan afturat til Strandferðsluna, verður tað gjørt, sigur Hendrik Old.