Størsta avrikið nakran tíð

Forsetin í svimjisambandinum blunkar ikki við at kalla World Cup-sigurin hjá Pál fyri størsta ítróttaravrikið nakrantíð

Svimjing

- Hetta var akkurát tað, sum vit øll ynsktu. Ikki minst Pál sjálvur, sum var sera vónbrotin um HM-úrslitið í Rom fyrr í ár. Síðani tá hevur hann arbeitt knallhart móti at vinna á tí vónbrotinum, og tað eydnaðist so sanniliga í dag.
Sjampagnan var ikki komin á borðið hjá Jon Hestoy, forseta í Svimjisambandinum, men hetta var nú ikki, tí hann ikki fegnaðist.
- Eg liggi sjúkur í seingini. Men eg skal lova tær, at hevði tað ikki verið, so sat eg við sjampagnuni nú, segði ein stórflennandi forseti í løtunum eftir sigurin í Moskva.
- Tí hetta er enormt. Skal eg sammeta ein slíkan sigur við aðrar ítróttagreinar, so svarar tað væl til, at ein tennis-spælari vinnur eina av teimum fýra Grand Slam-kappingunum. Alt tað, sum dugir at krúpa innan heimselituna, er við til slíka kapping, so hetta staðfestir veruliga, at Pál telist millum heimsins bestu, sigur Jon Hestoy.
- Og so hatta eisini ein heilt fantastisk tíð, sum hann svimur, so nú verður spennandi at síggja, hvussu úrslitið verður, tá hann skal svimja í Stockholm mikudagin og í Berlin komandi vikuskifti. Kenni eg hann rætt, fer hann eftir tíðini hjá Hackett, sigur Jon Hestoy.
Og so leggur hann afturat, at úrslitið ikki hevði verið gjørligt, var tað ikki fyri tær 350.000 krónurnar, sum nú verða latnar í stuðuli.
- Hetta hevur gjørt, at Pál veruliga kann liva sum professionellur svimjari. Eitt nú við at hava fysioterapeut við á ferðini. Tú kanst ætla, hvussu tað er, tá tú svimur 1.500 metrar við fullari ferð. Kroppurin er sum ein steinur, og tí er altavgerandi, at tú hevur so góðar fortreytir sum gjørligt at fáa møðina úr kroppinum. Tú skalt minnast til, at enn er Pál als ikki niðurtrappaður, og tí er talan um at venja við fullari ferð, samstundis sum hann tekur lut í kappingum móti heimstoppinum. So tað eru smálutir av hesum slag, sum kunnu flyta seinastu sekundini, sigur Jon Hestoy.