Talið av fulltíðararbeiðsleysum í januar var 1.487. So stórt hevur tað ikki verið síðan á vári í 1998, upplýsir Hagstova Føroya. Í 1998 minkaði arbeiðsloysið, nú er tað vaksandi. Arbeiðsloysið var 5,6 prosent í januar, tað er ein vøkstur uppá 3,3 prosentstig seinastu 12 mánaðirnar.
Sørsta arbeiðsloysið í januar, 8,7 prosent, var í Suðuroya sýslu. Minsta arbeiðsloysið, 4,7 prosent, var í Vága sýslu. Arbeiðsloysið í Norðoyggjum, Sandoyar og Suðuroyar sýslu liggur omanfyri miðal fyri landið, ið var 5,6 prosent.
Verður hugt at arbeiðsloysisprosentinum millum aldursbólkar, er tað størst millum fólk ið eru yngri enn 35 ár og millum tey, sum eru eldri enn 54 ár.









