Manshondbóltur
Lagt var veruliga upp til stórdyst, tá StÍF og VÍF hittust á Skála mikukvøldið. Fyrst og fremst tí talan her var um liðini, sum hava staðið seg best hetta kappingarárið, men eisini tí so nógv annað spældi inn.
Tey árini, har VÍF í seinastuni hevur verið mest sum einaráðandi í føroyskum manshondbólti, hevur StÍF verið mest sum einasta liðið, sum hevur kunna hótt teir, og tier hava eisini argað. Fyrst og fremst í steypakappingini, har teir trý ár á rað hava bast VÍF, men eisini í landskappingini hava teir argað.
Ferð á
Tí hildu vestmenningar ivaleyst, at tað nú skuldi verða teirra túrur at seta strandingar upp á pláss, men tað var tó skjótt, at hetta tos fall til jarðar.
Strandingar byrjaðu nevnliga dystin við buldur og brak. Eftir eina heldur laka byrjan upp á endaspælið, funnu teir nakað av rætta spælinum fram seinasta sunnudag, og fyrstu løtuna av dystinum mikukvøldið hildu teir á fram við hesum. Við konstentreraðum verjuspælið varð grundarsteinurin undir einum góðum avriki settur. Sum vant, stóð Marian eisini sum ein múrur innan fyri verjuna, og spakuliga byrjaðu strandingarnir at toga seg burtur frá mótstøðuni.
Tað tóktist eisini hesa løtuna, sum um VÍF bert hevði eittans vápn í royndunum at basa StÍF. Seinastu dystirnar hevur tað hepnast væl hjá vestmenningunum, tá teir hava roynt at sett nógva ferð á spælið ígjøgnum allan dystin á tamb, og tað tóktist eisini, sum um hetta var ætlanin hesaferð. Alla tíðina varð roynt at trýsta mótstøðumenninar, soleiðis at hesir ongan tíð fingu tíð at hvíla seg, men tað var ein trupulleiki við hesum.
Eins og onnur lið hava ásannað, so er júst ferðin ikki besta vápnið móti tekniskt sterku strandingunum. Aloftast fær hetta bara tað allar besta fram í liðnum, og tó at teir fyri tað mesta máttu finna seg í, at Costin Dumitrescu varð skermaður út av 5-1 verjuni hjá VÍF, so megnaðu teir fyri tað mesta at halda skjóta spælinum gangandi.
Men hóast truplu støðuna, so megnaði VÍF at reisa seg fyri steðgin. Fyrst og fremst tí teir fingu verjuna at koyra sum eina væl pakkaða eind. Skjótingarnar gingu skjótt, soleiðis at neyðuga uppbakkingin alla tíðina var til staðar, og tað gjørdist alsamt truplari hjá strandingum at skora. Hinvegin sýndi Áki Olsen aftur, at hann nú er um at koma fyri seg. Fleiri megnaði hann einsamallur at bróta seg ígjøgnum til skot, og sleppur hann tað, so ger tað sama, hvør málverji er fyri. Og tá Daniel Rápa so eisini byrjaði at finna hol í verjuni beint undan steðginum, fekk VÍF togað seg heilt upp á javnt undan steðginum.
Steðgurin kom illa við
Tað er oftani sæð, at steðgurin í hálvleikinum hevur fullkomuliga ymiska ávirkan á tvey lið, og soleiðis var eisini hesaferð. Fyri vestmenningar, sum tá veruliga høvdu arbeitt seg inn í dystin, mundi hetta kennast sum ein avbrótan av rútmuni, meðan tað hjá strandingum hinvegin mundi vera talan um eina kærkomna hvíliløtu.
Og eftir steðgin gjørdi heimaliðið bart. Verjan hevði nú fingið taki á Áka Olsen. Kvika álopisspælið varð aftur funnið fram, og so líðani bumbaðu teir seg ígjøgnum eitt alt meira frustrerað VIF-lið. Fyrstu løtuna av steðginum vunnu teir 7-1, og tá VÍF eftir hetta fór niður við nakkanum, so var tað ikki nakar stórvegis trupulleiki at koyra sigurin heim.
Og seinasta korterið ella so var veruligur klassamunur á liðnum. Ein munur, sum eisini greitt lýsti sinniligu støðuna hjá leikarunum. Vestmenningar hingu lútandi við høvdinum í ásannanini av, at dysturin var taptur. Strandingar hinvegin lýstu av spæligleði. Eina ferð fyri og aðra ferð eftir fóru teir við kvikum og frekum kombinatiónum ígjøgnum VÍF verjuna, sum til tíðir ikki visti síni livandi ráð. Somikið stórur var munurin í spælinum, at løgdu strandingar í, kundi sigurin væl verið størri, men sum so nýtist tað ikki at hava nakran týdning.
Avgerandi í Vestmanna
Tað tykist nevnliga eftir dystin greitt, at avgerðin um FM bíðar til seinasta umfar. Í øllum førum sum støðan er í løtuni. Her hava strandingar tvey stig fleiri enn VÍF, men hinvegin hevur VÍF ein munandi betri málmun, sum í seinasta enda kann vísa seg at verða gull verdur.
Og tó at VÍF fór niður við nakkanum mikudagin, so vilja teir ivaleyst gera alt til tess at halda stutta tjóðrinum, sum teir í løtuni hava á StÍF. Ráð eru í øllum førum ikki at tapa, og spæla teir upp til sítt besta, so er ilt at síggja, hvør skal steðga teimum í hesum.
Og somuleiðis er ilt at síggja, hvussu StÍF skal steðgast. Sum spælið koyrir í løtuni, er í øllum førum eingin, sum stendur teimum kurl, men hinvegin hava teir onkun tíð havt lyndi at tapa teir løgnastu dystirnar. Tað eru so eisini ráð til eina einstaka ferð í teimum seks eftirverandi dystunum, so leingi sum tað tapið ikki er í Vestmanna á seinasta leikdegi.
Dysturin í tølum
StÍF-VÍF 34-24 (15-14)
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen 8(1), Costin Dumit5rescu 7(4), Alexandur Johansen 7(1), Artur Johansen 6, Kristjan Petursson 2, Jón Rasmussen 2, Bent Djurhuus 1, Borgar Danielsen 1
VÍF: Áki Olsen 11(1), Daniel Rápa 4, Áki G. Olsen 4(2), John Zachariasen 3, Ingi Olsen 2, Ólavur Brimnes 2, Agnar Joensen 1
Brotskøst: StÍF 6, VÍF 4
Útvísingar: StÍF 3, VÍF 1
Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen. Høvdu onkrar trupulleikar fyrstu løtuna, men lótu ikki við seg koma, og tá teir fyrst vóru heitir, koyrdu teir dystin ígjøgnum uttan stórvegis hóvasták.