Stórsligin uppliving fyri ríkispolitikarar

Nógv ár munnu vera síðani, at summarið í Føroyum hevur verið so gott, sum í ár. Og dagurin í gjár – ella rættari í gjárkvøldið – var onki undantak.

Heppið fyri grønlendsku og donsku gestirnar, Hans Enoksen, landstýrisformann, og Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra, við fylgjum, sum eru komin á ríkisfund. Hesar myndarnar tók myndamaðurin hjá Sosialinum, Jens Kristian Vang, á ferð undir Hestoynna, har teir báðir politisku leiðararnir saman við Jóannesi Eidesgaard, løgmanni, vitjaðu við Norðlýsinum. Skipað varð fyri Conserto Grotto í Klæmintsgjógv, sum Kristian Blak og Carsten Vogel løgdu vøkru tónarnar til. Vit lata myndirnar tala.