Stórsligin symfonisk konsert við Eivør og Ragnheiður

Eivør syngur í kvøld og í annað kvøld við íslendska symfoniorkestrinum, væntandi sleppa umleið 2000 fólk inn á konsertina hesi kvøldini, men hon verður somuleiðis at hoyra í íslendskum útvarpi.



Í kvøld og í annað kvøld syngja Eivør Pálsdóttir og Ragnheiður Grøndal gomul íslendsk hittløg við íslendska symfoniorkestrinum. Konsertin, ið verður varpað í íslendskum útvarpi í kvøld, hevur fingið heitið Teir góðu gomlu dagarnir.
Íslendska symfoniorkestrið verður mett at vera eitt tað besta í norðurlondum, og á konsertini í kvøld vera 75 tónleikarar aftan fyri tær báðar songkvinnurnar. Hetta er ein risastór konsert, ið verður hildin á Háskólabio í Reykjavík, væntandi vera umleið 1000 fólk á hvørjari konsert.
Tað er íslendski selloleikarin Hrafnkell Orri Egilsson, ið hevur lagt gomlu íslendsku løgini til rættis. Dirigentur fyri symfoniorkestrið hetta kvøldið verðurBenjamin Pope. Benjamin Pope, ið er ein heiðraður bretskur tónasmiður og dirigentur. Hann er útbúgvin við Oxford University og the Royal College of Music,
Sum gesta dirigentur hevur Pope dirigeera the Royal Philharmonic Orchestra, the Royal Philharmonic Concert Orchestra, the BBC Concert Orchestra, the Royal Ballet Sinfonia, London Musici, the Seoul Philharmonic Orchestra, the Tokyo Philharmonic Chamber Orchestra, the Lisbon Metropolitan Orchestra and the Tokyo City Philharmonic Orchestra og nú íslendska symfoniorkestrið við  Eivør Pálsdóttir og Ragnheiður Grøndal.
Tilber at hoyra konsertina á heimasíðu ríkisútvarpsins www.ruv.is, hon verður send á rás 1. Sjónvarpssendingini Kastljós, ið var send í gjár, vitaðu Eivør og Ragnheiður, tær sungu lagið Gling Gló og prátaðu um konsertina. henda sending liggur á www.ruv.is/kastljos.