Stórskjútti til Onglands

Fleiri ensk feløg sigast nú dyrgja eftir eysturríkska Marc Janko. Hann var annars ikki partur av eysturríkska hópinum í EM-endaspælinum í summar, men higar til hevur hann skotið 30 mál í 22 dystum í heimligu kappingini.

Fyrr hevur Chelsea víst áhuga fyri spælaranum, men enskir miðlar meta, at tað í løtuni er meira sannlíkt, at Janko fer til Tottenham, Middlesbrough ella Blackburn.