Stórsigur uttan týdning

VÍF vann tryggan sigur á StÍF, men stórt meira enn bronsumerki kunnu stigini neyvan brúkast til

Hondbóltur

Kvinnurnar hjá VÍF vóru sunnudagin á vitjan inni á Skála, har StÍF fyri setninginum, sum skuldi avgreiðast.
Undan dystinumv ar tað ikki tann stóri spenningurin um, hvat liðið mundi fara avstað við sigrinum, og dysturin bendi heldur ongan tíð tann vegin, at nakar serligur spenningur skuldi verða. VÍF dróg alt fyri eitt frá heimaliðnum, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin skuldi verða.
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki bendi eisini á, at talan skuldi gerast um rættiliga stórsigur, tá VÍF eitt skifti var á odda 20-10, men so varð ferðin sett niður, so heimaliðið eisini fekk eitt orð at siga. Nær nøkrum stigi komu tær tó ongantíð, og VÍF kundi tí seta enn tvey stig inn á kontina.

Akkurát hvat hesi stigini skulu nýtast til, tykist tó vera eitt sindur óvist. Sum er, so tykist spurningurin um gullið bert vera eitt mál millum VB og Stjørnuna, og so má VÍF taka til takkar við at spæla triðju violin. Her kann Neistin framvegis órógva nakað, so hóast alt mundu stigini hjá VÍF vera neyðug, men tað mundu nú ikki vera bronsumerkini, sum tær høvdu í huganum, tá tær tíðliga í heyst fóru undir fyrstu venjingarnar.

Dysturin í tølum
StÍF-VÍF 18-29 (9-16)
Málskjúttar
StÍF: Paula B. Høgnesen 6(3), Milica Ergic 4, Sunfríð B. Jacobsen 3(2), Poula D. Olsen 2, Rebekka Justinussen 1, Ninna K. Jakobsen 1, Anna B. Danielsen 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 7(1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 7, Irina Radovici 6, Ioana Rápa 5(1), Jacklin Durhuus 2, Fríða Marjunardóttir 1, Eydna Joensen1
Brotskøst: StÍF 6, VÍF 5
Útvísingar: StÍF 5, VÍF 3
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum