Tað var ein øgilig finala í kappróðrarárinum 2012. Klaksvíkingur sprakk frá hinum í teimum fyrstu tøkunum, og so var tað bara kapping um plássini aftanfyri fremsta plássið.
Klaksvíkingur so hølvaði allar hinar av. Longu áðrenn bátarnir komu á Molan, var tað leyst millum hvíta bátin við reyðu stokkunum og aftur til teir næstu, og so rann Klaksvíkingur bara stútt og støðugt frá hinum. Á málinum var fjarstøðan aftur til hinar bátarnar tvær bátslongdir.
Møguleikin fyri at taka20 ára gamla metið hjá Skálabátinum mundi ivaleyst spøkja, men hóast talan var um framúr róður, so var talan als ikki um met. Fríska lotið var ímóti, og tað var nokk so fitt í sjónum í fyrra parti av teininum.
Suðuroyingur og Vestmenningur vóru í sera tættari kapping um næstfremsta plássið. Ta kappingina vann Suðuroyingur, sum harvið eisini tryggjaði sær silvurmerkini í FM kappingini.
Klaksvíkingi restaði eitt stig í at vinna FM við fullum stigatali. Avrikið í dag staðfesti, at FM heitið hava klaksvíkingar vunnið so sera sannførandi.
1 Klaksvíkingur 04:15.07
2 Suðuroyingur 04:20.07
3 Vestmenningur 04:21.20
4 Nólsoyingurin 04:28.06
Endaliga støðan
1 Klaksvíkingur 48 (FM)
2 Suðuroyingur 40
3 Vestmenningur 38
4 Havnarbáturin 12
5 Nólsoyingurin 12
6 Vestmannabáturin 3