Stórsigur til KÍ kvinnurnar

KÍ kvinnurnar halda fram við góðu gongdini, samstundis sum AB og Víkingur vunnu sínar dystir í vikuskiftinum.
KÍ var í Sundalagnum og vitjaði EB/Streym. Tað endaði við einum 6-0 stórsigri til kvinnurnar úr Klaksvík. Sofía Purkhús skoraði trý mál, Rannvá B. Andreasen skoraði tvey mál, og Sigrid Jacobsen skoraði eitt mál. Hálvleiksstøðan var 3-0. KÍ hevur sostatt framvegis beina leið ímóti enn einum FM heiti. Tær eru framvegis sjey stig frammanfyri nærmasta kappingarneytan, AB.

AB roynur at hanga í
Argjakvinnur vóru á vitjan á Skála í einum dysti millum nummar tvey og trý í landskappingini hjá kvinnum. Tað leikaði javnt á leingi á Skála. Tað var ikki fyrr enn tað manglaði minni enn eitt korter av dystinum, at Rudi Rasmussen fekk hol á fyri AB. Stutt eftir økti Doris í Garði Joensen til 2-0 fyri argjakvinnur. Løtu seinni staðfesti Lisa í Liða sigurin fyri AB við máli til endaliga úrslitið 3-0. AB er framvegis sjey stig aftanfyri KÍ á fremsta plássi. Skála er nú í harðari kapping við Víking um bronsu heiðursmerkini.
Víkingur hevði á heimavølli vitjan av botnproppinum MB. Tað endaði við einum 3-0 sigri til heimaliðið. Arna Vatnahmar, Jacoba Langgaard og Jakoba Sevdal skoraðu málini. MB hevur bara tvey stig á niðasta plássi, meðan Víkingur hevur 19 stig á einum deildum triðja plássi saman við Skála.