Stórsigur til FCK

FC Keypmannahavn vann ein tryggan 4-0 sigur á Norðurírska liðnum Cliftonville

Hjalte Bo Nørregård legði FCK á odda, áðrenn útlendsku leikararnir hjá danska liðnum tóku yvir. Brasilumaðurin José Junior gjørdi tvey mál meðan, Zdenek Pospech úr Kekkia gjørdi eitt. FC Keypmannahavn spældi dystin á útivølli, og sambært danska Ekstra Bladet, vóru 800 áskoðarar til dystin.