Besta liðið hjá ÍF Føroyum hevur fingið góðan styrk eftir summarsteðgin, og seinnapartin leygardagin vísti hetta lið seg frá síni bestu síðu. 7-0 gjørdist úrslitið ímóti ØKF, sum er mannað við fótbóltsspælarum á Øresund kollegiet, har fleiri av føroysku leikarunum eisini búgva. Erling Fles, sum áður hevur gjørt fleiri mál fyri KÍ, gjørdi trý av málunum í gjár. Johan V. Gunnarsson, sum hevur spælt nógv í vinstru síðu hjá B36, gjørdi tvey av málinum. Hini bæði málini gjørdu ávíkavist Niels Joensen, fyrrverandi B36-miðvallari, og Pætur M. Dahl, sum er gamal HB-áleypari. ÍF Føroyar hevur nú 31 stig fyri 21 dystir. Hetta røkkur til eitt áttanda pláss í Seriu 1, sum annars telur 14 lið. Næsta uppgávan verður komandi vikuskifti, tá Rødovre, sum hevur átta stig færri enn ÍF Føroyar, kemur á vitjan.