Stórsigur ímóti Luksemburg

Føroysku kvinnurnar fingu eina dreymabyrjan upp á HM-undankappingina.

452 áskoðarar vóru møttir á Tórsvølli í kvøld, har føroyska kvinnulandsliðið skuldu spæla fyrsta dystin í HM-undankappingini ímóti ímóti Luksemburg. Fyrr á degnum høvdu Turkaland og Montenegro spælt. Hesin dysturin endaði 3-0 til Turkaland.


Tær føroysku løgdu bragdliga fyri og vóru bæði meiri skipaðar og vandamiklari, tá ið tær fóru frameftir vøllinum, og longu í 7. minutti legði Heidi Sevdal Føroyar á odda 1-0 eftir eitt frálíkt innlegg.


Føroyar hildu fram við at dýkja á, og í 18. minutti økti Eyðvør Klakstein til 2-0 við einum frálíkum langskoti. Smáar tíggju minuttir fyri hálvleik var Ásla Johannesen leys og gjørdi tað til 3-0 til Føroyar, sum eisini var hálvleiksstøðan.


Eisini í seinna hálvleiki var Føroyar greitt betra liðið, og málskjótingin helt fram. Lív F. Arge stútaði hornasparksinnlegg í málið til 4-0, og um miðan seinna hálvleik gjørdi Heidi Sevdal tað til 5-0 eftir gott upplegg frá innskiftu Milju R. Simonsen.


Tríggjar minuttir fyri leiklok høvdu Føroyar gyltan møguleika at gera tað til 6-0, men Olga Kristina Hansen misnýtti brotssparkið. Minuttin seinni minkaði Luksemburg um munin, soleiðis at Føroyar at enda vunnu 5-1.


Føroyar eru tískil komnar sera væl frá byrjan í HM-undankappingarbólkinum. Næsti dystur hjá Føroyum verður leygardagin kl.15.00 ímóti Montenegro, og týsdagin kl.13.00 verður mótstøðuliðið Turkaland.


Føroyar – Luksemburg 5-1 (3-0)

1-0: Heidi Sevdal, 7.

2-0: Eyðvør Klakstein, 18.

3-0: Ásla Johannesen, 37.

4-0: Lív F. Arge, 54.

5-0: Heidi Sevdal, 65.

5-1: Jessica Birkel, 88.


Liðið í kvøld: Anna S. Hansen – Birna Tummasardóttir, Lív F. Arge, Súsanna Maria Hansen, Maria K. Thomsen – Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal, Ásla Johannesen (78. Jónvá Hentze) – Heidi Sevdal (67. Sarita Mittfoss), Rannvá Andreasen (58. Milja R. Simonsen)