Hondbóltur
Neistin hevur at kalla verið flúgvandi síðani á nýggjárinum. Fyrsta dystin, sum var á heimavølli móti Stjørnuni, taptu tær, men síðani hevur talan bara verið um sigrar. Millum annað tvær ferðir móti ávíkavist Stjørnuni og VB.
Manuela sum lykil
Sunnudagin spældu tær so fyri at halda fast um oddasessin í endaspælinum, og eisini tann uppgávan varð loyst til fulnar.
Fyrstu góðu løtuna var tó einki, sum bendi á nakran stórsigur. Tvørturímóti, so hevði Kyndil sera góðan hug at halda væl fast í oddaliðnum, sum hevði trupult við at fáa samanhang í spælið.
Ein lítil løta kring miðan fyrra hálvleik tóktist tó at avgera tað heila. Frá at vera aftan fyri 4-6, leyp Neistin innan góðar tveir minuttir upp á 8-6 við fýra skjótálopum á rað, og so fekk Kyndil ongan tíð samband aftur.
Sum ikki einaferð, so var tað Manuela Stan Jensen, sum var upphavið til mongu mótálopini hjá Neistanum. Við neyvu útkøstum sínum megnaði hon ferð eftir ferð at finna leysar viðspælarar, og tá Kristina Griksaite royndi at koma langt út fyri at forða hesum, kastaðu Manu bara beina leið í kassan.
Soleiðis var mesti ivin beindur burtur longu undan steðginum. Seinna hálvleik var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Ein støða, sum ikki gjørdist frægari hjá Kyndli, tá Jórun Ludvík noyddist av vøllinum, eftir at hon og Nicoleta rendu saman.
Finaluklárar
Umframt at staðfesta oddasessin í endaspælinum, fekk Neistin eisini trygd fyri, at tær báðar hálvfinalurnar eisini verða móti Kyndli.
Tað líkist eini støðu, har tær bláu kunnu vera púrasta vísar í einum finaluplássi. Tí hóast Kyndil til tíðir hevur argað Neistan í ár, so eru tað við at vera nøkur ár síðani, at tær seinast hava vunnið í landskappingardysti. Og við formkurvuni hjá Neistanum í huga, tykist hendan støðan ikki at broytast soleiðis uttan víðari.
Fakta um dystin
Neistin-Kyndil 29-17 (14-8)
Málskjúttar
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 12(2), Ása á Neystabø 5, Mildrið Jacobsen 4, Katrin á Neystabø 2, Kára á Dunga 2, Gunnvá Brockie 1, Rakul Augustinussen 1(1)
Kyndil: Lina Adriulyte 9(4), Jórun S. Ludvík 2, Linda Weihe 1, Anja Heinadóttir 1, Ronja M. Mikkelsen 1, Hildur Høghamar 1, Randi S. Wardum 1
Brotskøst: Neistin 6, Kyndil 5
Útvísingar: Neistin 1, Kyndil 3
Dómarar: Hallur Danielsen & Dánjal Samuelsen. Í einum til tíðir rótutum dysti vóru teir ikki altíð heilt vaknir.









