Stórsigrar til United og Arsenal

Arsenal spældi á útivølli móti Portsmouth, og her gjørdist talan um greiðan 4-1 sigur. Eduardo, Nasri, Ramsey og Billong skutu málini í sigrinum, sum staðfesti, at Arsenal væl og virðiliga er partur av oddastríðnum.

Tað staðfesti Manchester United eisini, tá tað á Old Trafford endaði við 5-0 ímóti Wigan. Rooney, Carrick, Rafael, Berbatov og Valencia skutu málini.

 

Chelsea er á odda í Premier League við 45 stigum. Manchester Unitet hevur 43 stig og Arsenal 41. Arsenal hevur tó spælt ein dyst færri.