Størri stættarmunur í Svøríki

Tey væl bjargaðu í Svøríki hava jól og góðar dagar. Tað sæst í einari kanning, sum fakligi landsfelagsskapurin hevur gjørt, og sum vísir, at tey ríkastu 10 prosentini av svenska fólkinum øktu sína tøku inntøku heili 88 prosent í árunum frá 1991 til 2007.

Hjá teimum fátækastu 10 prosentunum var vøksturin bara 15 prosent í sama tíðarskeiði.

Kanningin hjá svenska LO vísir eisini, at tey seinastu seks árini hava arbeiðandi sviar havt ein reallønarvøkstur upp á 3,3 prosent um árið, meðan vøksturin hjá sjúkum, arbeiðsleysum og fyritíðarpensjonistum hevur verið 0,86 prosent um árið.