Grønland:
Havgranskarar við grønlendska Náttúrustovnin mæla til, at rækjukvoturnar undir Grønlandi verða øktar úr 85.000 tonsum í ár uppí 100.000 tons komandi ár.
Grønlendska rækjuvinnan, sum er hin týdningarmiklasta vinnan í landinum, fegnast um tilmælið.
Samstundis, sum lívfrøðingarnir komu við sínum tilmæli, fekk grønlendska fólkið eisini at vita, at tjóðarbúskapurin í landinum er betri fyri, enn roknað hevur verið við. Ein fíggjarlig stagnatión í fjør vísir seg nú at vera av.
Skattainntøkurnar veksa, og útflutningurin av rækjum vísir eisini ein góðan vøkstur, sum væntandi fer at halda fram komandi ár við øktu rækjukvotunum.