Størri og rúmligari VW Polo

Teir fyrstu VW Polo, av nýggjasta modellinum, eru nú komnir til landið. Í stødd nærkast Polo nú VW Golf og er á leið somu stødd sum Golf II, ið kom á marknaðin í 1984, nú hann er longdur við 15 sentimetrum

Talan er um ein rúmligan bil, ið er bygdur yvir sama plattform sum Skoda Fabia. Koyrieginleikarnir eru sera góðir, og lítið hoyrist til motorin inni í bilinum. Innan minnir hann nógv um VW Golf, hvat viðvíkur instrumentborðinum og setrunum. Litirnir innan hóska til lakkeringina uttan.
Elektrohydrauliska servostýring
Allir útgávurnar hava elektrohydrauliska servostýring sum standard. Fyrimunurin við hesi servostýring er at hon lagar seg til ferðina og hvussu bilurin er lastaður. Tað vil siga at lægri ferðin er og meira bilurin er lastaður, lættari verður stýringin. Hægri ferðin er, og minni bilurin er lastaður, tyngri verður hann at stýra, soleiðis at bilførarin altíð hevur best møguliga føling við vegnum. Bremsurnar og fjaðraskipanin virka heilt optimalt.
Trygdin
Trygdin er eisini á høgum støði, sum t.d. ABS bremsur við elektroniskum bremsukraftdeilara, elektroniska stabilitetsskipan (ESP) sum hjálpur bilføraranum í kritiskum situatiónum, airbag framman og í síðunum. Bilurin er vorðin 45 prosent sterkari við ein síðusamanstoyt. Sum nakað nýtt í hesum klassanum kann rættið stillast bæði í hædd og út og inn. Við ein samanstoyt verða bensinpumpan, servopumpan og el-varmalikam automatiskt avbrotin, samstundis sum ljósið í kabinuni verður tendrað og sentrallásið verður læst upp, um tað er læst.
3 og 4 syl. motorar
Motorskráin býður uppá bensin og dieselmotorar við 3 og 4 sylindarum. Fyrimunurin við 3 syl. motorum er at teir eru lættari og hava minni friktión, við tí úrsliti at teir brúka minni brennievni. Bensinmotorarnir fáast úr 55 til 101 hk og dieselmotorarnir úr 64 til 101 hk.
Plus pakkin
Sum nakað nýtt eru viskararnir gjørdir úr gummi, t.v.s. eisini tað sum viskaragummiið er heft í. Hetta ger at viskararnir larma minni enn vanligt. Til allar útgávurnar fæst ein "Plus pakki" sum umfatar t.d. síðuspegl við hita, sentrallas, el-síðurútar framman, 3 nakkapútar aftan, koyriteldu o.m.a. Eykakostnaður fyri Plus pakkan er 5.000 krónur. Bilurin kann síggjast og roynast á bilasøluni hjá Øssur Johannesen.

VW Polo 1,4 TDI 3 syl. diesel

Motorurin1.4 litur 3 syl. diesel 75 hk

0-100 km/t13,6 sek.

Oljunýtsla21,7 -22,7 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd165/70-14

Stødd og vekt
Longd389,7 cm
Breidd165,0 cm
Hædd146,5 cm
Eginvekt1050 kg

Viðførisrúm270 / 1030 litrar

PrísirBensin, frá kr. 143.000,-
Diesel, frá kr. 159.000,-

SøluumboðBilasølan v/ Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
tel. 315354
www.audi-vw.net