Í sambandi við at vakgtarskipini bæði liggja við kei vegna sparingar, hevur Kári P. Højgaard, løgtingslimur fyri Sjálvstýrisflokkin, spurt Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharra, um tilbúgvingina á sjónum.
Spurningarnir eru seks í tali og eru soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin veita trygd fyri, at trygdarviðurskifti og tilbúgving eru í lagi, so at skip og bátar í føroyskum sjóøki fáa neyðuga hjálp, um óhapp ella vanlukka skuldu hent?
2. Heldur landsstýrismaðurin, at støðan er nøktandi, tá Tjaldrið og Brimil stóran part av árinum ikki kunna røkja eftirlitið á havinum vegna sparingar, og peningur tí ikki er tøkur til keyp av olju?
3. Kann roknast við, at Vaktar- og Bjargingartænastan kemur í somu óvirðiligu støðu komandi ár, vegna vantandi játtan á fíggjarlógini til rakstur?
4. Heldur landsstýrismaðurin, at støðan er nøktandi og trygdin í hásæti, tá ongin fult útgjørd bjargingartyrla er tøk í fleiri vikur?
5. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær danska verjuskipið í føroyskum sjóøki aftur fær eina tyrlu?
6. Nær verður føroyska bjargingartyrlan tøk?
Spurningarnir eru nokk so umfatandi, og Jacob Vestergaard svaraði teimum á tingfundinum, sum var í dag.
Fleiri eindir
Í svarinum sigur Jacob Vestergaard millum anað soleiðis:
»Áðrenn eg svari sjálvum spurninginum, loyvi eg mær stutt at lýsa, hvørjar høvuðseindir tilbúgvingin fevnir um við atliti at sjóøki okkara:
• Innan samskifti eru tað eindirnar Tórshavn Radio og MRCC, ið hava til uppgávu at móttaka neyðarkall og at samskipa bjargingarátøk á sjónum.
• Vaktar- og bjargingarskipini “Brimil” og “Tjaldrið”.
• Tyrlurnar hjá Atlantsflog, ein høvuðstyrla (bjargingartyrla) og ein tiltakstyrla.
• Bjargingarbátarnir “Lív” og “Ziska”.
• Samstarvsavtalur við grannar okkara, so sum Ísland, Hetland og Skotland.
• Færøernes Kommando hevur verið ein støðug eind í sjóøki okkara.
• Samskiftismøguleikar og fylgisveinaeftirlit yvir øll fiskifør - og skip annars - ið til eina og hvørja tíð eru í sjóøki okkara.
• Bjargingarfeløgini, ið standa tøk til tilbúgvingaruppgávur í breiðari høpi.
Harnæst hava stovnarnir, ið veita ráðgeving og tænastur týðandi leiklut, so sum Tilbúgvingar- og Brunaumsjón landsins, Skipaeftirlitið, Trygdarmiðstøðin, eins og onnur feløg og stovnar, ið veita tænastur á økinum.
Sum omanfyri lýst, so eru viðurskiftini viðvíkjandi bjarging á sjónum ikki grundað bara á eina eind. Heldur er talan um eina størri fyriskipan, ið er grundað á sera nógvar eindir, ið saman virka sum ein eind.
Innleiðslan staðfestir, at samlaða skipanin viðvíkjandi trygd á sjónum er umfatandi. Neyvan kann nakar veita trygd fyri, at trygdarviðurskiftini til eina og hvørja tíð eru í lagi, tí tey vilja altíð verða merkt av uttanhýsis viðurskiftum, so sum veðri og eini røð av fíggjarligum- og tekniskum avmarkingum«.
Tvær bjargingartyrlur
Til spurning tvey sigur landsstýrismaðurin, at skipini eru tøk til leiting og bjarging, men vegna fíggjarumstøðurnar verða eftirlitsuppgávurnar á sjónum avmarkaðar. Trygdarviðurskifti og tilbúgving verður, sum nú er, raðfest fram um eftirlitsuppgávurnar.
Í svarinum til spurning trý sigur Jacob Vestergaard, at raksturin á fíggjarlógini hevur stórt hall, og samgongan hevur sett sær fyri at fáa hallið stigvíst burtur. Hendan ætlan rakar flest øll rakstrarøki, eisini Fiskiveiðieftirlitið, ið hevur eina útreiðslujáttan upp á umleið 44,9 mió. kr. í 2011 mótvegis 45,7 mió. kr. í 2010.
Svarið til spurning fýra er soljóðandi: »Arbeiðið á sjónum viðvíkjandi fiskiveiðieftirliti verður merkt av fíggjarkarminum, men fíggjarligu árinini á sjálvt leiti- og bjargingararbeiðið skulu avmarkast so nógv sum til ber.
Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við eini ítøkiligari ætlan, ið hevur til endamáls at betra um tyrlutænastu okkara. Ætlanin fevnir í stuttum um:
• At tryggja, at tvær vælútgjørdar bjargingartyrlur eru tøkar heldur enn ein.
• At tyrlutænastan hjá Atlantsflog er tøk hjá tí almenna myndugleikanum burturav.
• At fleiri tyrlumanningar í størri mun verða mentar til bjargingaruppgávur.
Fígging
Samlaða ætlanin er væl lýst, og er tøk á heimasíðu Fiskimálaráðsins.
Ein verkætlanarbólkur hevur staðið fyri ætlanini, og framløga hevur verið fyri landsstýrinum. Mítt uppskot skal vera, at landsstýrið tekur væl ímóti hesi ætlan, sum skal tryggja eina munandi betri tyrlutænastu – og harvið meira nøktandi tilbúgving – innan lutfalsliga stutta tíð.
Ein grundleggjandi fyritreyt fyri hesi ætlan er, at fígging fæst til vega. Tað skal vera mín vón, at samgongan og Løgtingið megna at finna eina semju, sum tryggjar fíggjarliga grundarlagið fyri menningini av tyrlutænastuni. Eg vil streingja á, at ætlanin gerst møgulig.
Sum er, er fígging til menning av tyrlutænastuni ikki ein partur av løgtingsfíggjarlógini fyri 2011«.
Seinastu tveir spurningarnar svarar Jacob Vestergaard soleiðis: »Færøernes Kommando hevur kunnað leiðsluna á MRCC um, at tað eru lítlar vónir um, at skipini hjá Færøernes Kommando koma at hava tyrlu umborð í føroyskum sjóøki í 2011«.
Og at enda: » Atlantsflog hevur kunnað MRCC um, at tyrlan verður tøk nú seint í november«.