Sebastian Swane fer tó ikki bert at halda hetta skeiðið um kognitiva terapi, sum hann hevur hevur drúgvar royndir við í starvi sínum sum serlækni í psykiatri á eini psykiatriskari deild á Amager í Keypmannahavn.
Hósdagin í næstu viku fer hann eisini at oysa út at vitan síni í einum fyrilestri í Útvarpshøllini fyri avvarðandi og øllum áhugað.
Kognitiv terapi er ein psykoterapeutiskur viðgerðarháttur, sum tekur støði í evnunum at fata, har roynt verður at broyta hugsanina til at verða minni avmarkandi, sjálvkúgandi og angist-elvandi, til hinvegin at gerast meira sjálvstuðlandi, nuanserað og fornuftstónað.
Við hesum ráðstevnudegnum og fyrilestri ynskir Sinnisbati at varpa ljós á allar teir møguleikar, sum kognitivi viðgerðarhátturin gevur, soleiðis at hesin háttur kemur at fáa nógv størri pláss á almanna- og heilsuøkinum.