Barnafamiljur og fólk yvir 67 ára fáa eftir 1. mai í ár eitt størri ískoyti frá Heilsutrygd, tá ið tey keypa brillur og brillugløs. Nýggj kunngerð er lýst um ískoyti til brillustell og brillugløs. Nýggja kunngerðin leggur upp til, at í framtíðini verður veitt ískoyti til keyp av brillum og brillugløsum til børn undir 16 ár og til fólk, sum eru 67 ár og eldri.
Higartil hevur verið rættiliga smábýtt, har øll hava fingið eitt lítið sindur. Nú fáa barnafamiljurnar og tey eldru eitt ískoyti, sum munar. Tað eru nógvar barnafamiljur, sum hava fleiri børn, ið javnan hava tørv á at skifta brillur. Hetta er rættiliga kostnaðarmikið.
Ískoytið til keyp av brillum og brillugløsum verður veitt móti kvittan, sum verður latin Heilsutrygd, ella sambært avtalu millum veitarar og Heilsutrygd um beinleiðis avrokning.