Størri bót fyri at hava rúsevni uppi á sær

Danski løgmálaráðharrin mælir til, at tey, sum verða tikin við rúsevni uppi á sær, skulu fáa munandi størri bót enn nú. Sum er fáa fólk 500 krónur í bót fyrstu ferð, tey verða tikin við rúsevni uppi á sær. Men fær Lene Espersen sín vilja, verður bótin 2.000 krónur í framtíðini.

Og hon veksur. Tá fólk verða tikin aðru ferð, verður bótin 3.000 krónur, og triðju ferð kostar tað 4.000 krónur.

Lene Espersen sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at tað er serliga ætlað teimum ungu, sum brúka rúsevni, og hon vónar, at tær stóru bøturnar fara at fáa ungfólk at halda seg frá teimum vandamiklu evnunum.