Stórmeistari í talvi rør út í Klaksvík

Stórmeistari í talvi er fluttur til Føroya og er útróðrarmaður í Klaksvík

Helgi Dam Ziska gjørdist í 2016 fyrsti stórmeistari í talvi í Føroyum, men nú gongur annar stórmeistari norðuri í Klaksvík.

Vladimir Hamitevici úr Moldova, sum í næstum fyllir 30, er fluttur til Føroyar, og hevur búsett seg í Klaksvík. Hann er millum sterkastu telvarar í Moldova og hevur fleiri ferðir umboðað Moldova á talvolympiadum. Styrkital hansara er 2461. Bara Helgi Dam Ziska hevur hægri styrkital í Føroyum.

29 ára gamli Vladimir Hamitevici er nú skrásettur á 1. borði hjá Klaksvíkar Talvfelag á heimasíðu Talvsambandsins. Stórmeistarin rør út við Norðsøka, og hevur fyribils fingið arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum til desember 2021. Hamitevici verður ætlandi virkin í felagslívinum í Klaksvík, og fer at telva við í landskappingini, tá ið tað liggur fyri. Eingin ivi er um, at við einum stórmeistara á 1. borði, fer Klaksvíkar Talvfelag at bjóða havnarmonnum og vágamonnum av í stríðnum um FM-heitið í talvi.

Vladimir Hamitevici var síðsta vikuskiftið við í talvkappingini Rókur Open norðuri á Eiði. Har endaði hann fremstur saman við brøðrunum Rógva og Høgna Egilstoft Nielsen. Tretivu telvarar kappaðust í hesari sættu grand prix stevnuni í hesum kappingarárinum.